Í morgin skipa KFUM-skótarnir í Leirvík fyri familjutiltaki í Leirvík. Skipað verður fyri ymiskum virksemi í viðalundini, har øll, børn og vaksin, sleppa at royna og læra ymisk skóta kynstur og virksemi, so sum primitiv matgerð, forðarenning, búreising, knútar og surringar, 1. hjálp, postarenning, spøl og mangt annað.
Eitt stórt tjald verður á økinum, har møguleiki er at steðga á ein løtu og njóta ókeypis te og kaffi, saft til børnini og pylsur og pylsubreyð.
Familjudagurin verður í viðalundini (Limmilund) og byrjar klokkan 14.00 og endar klokkan 18.00 við legubáli við felags sangi og skemti, og borgmeistarin, Jóhan Christiansen, heldur røðu.
Viðrar ikki í morgin, verður tiltakið flutt til sunnudagin frá klokkan 13.30 til 17.30.
Tiltakið er ókeypis. Tó verður høvið at lata eina gávu til skótarnar fyri útreiðslur av tiltakinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga KFUM-skótarnir í Leirvík.









