Vandamikla vegastrekkið í Leirvík

Ferðsla

 

Seinasta fríggjakvøldið hendi tað aftur. Ein bilur, sum var á veg niðan úr Norðoyartunlinum og niðan á vegin, sum gongur millum Leirvík og Vík, koyrdi beint tvørtur um vegin og fór runt hinumegin vegin. Fleiri fólk vóru í hesum bili, men lukkutíð hendi eingin mansskaði.

Ikki hesaferð heldur…

Løgreglan í Eysturoy sigur, at hetta er sjeynda ferðsluóhappið, sum tey vita um er hent á sama hátt og á hesum sama vegastrekki.

Tíbetur er ikki stórvegis mansskaði hendur, men spurningurin er, nær vit fáa fyrstu vanlukkuna á hesum staði – um einki verður gjørt fyri at bøta um ferðslutryggleikan á vegastrekkinum.

Vandin er, tá tú kemur niðan úr Norðoyatunlinum Leirvíkarmegin og skalt koyra út á vegin, sum gongur úr Leirvík og út á Vík.

Onkusvegna hendir tað, at fleiri – og kanska serliga tey minni kendu á hesi leið – hava lyndi til at koyra beint fram, tá tey koma niðan móti.

Í slíkum føri er stórur vandi á ferð, tí nógv og tung ferðsla koyrir dagliga millum Leirvík og Vík.

Spurningurin, ið løgregla og onnur seta sær, er tí, nær vit fáa fyrstu vanlukkuna, har bilur, sum kemur eftir tunnilsvegnum, koyrir beint út á vegin, samstundis sum ein lastbilur ella annar bilur koyrir framvið á hinum vegnum.

Myndin, sum vit tóku í morgun, lýsir væl, hvussu hetta vegastrekkið sær út.

Løgreglan sigur seg ikki nágreiniliga duga at siga, hvat tað er, sum ger, at tað er so trupult at koma niðan av tunnilsvegnum og niðan á vegin, sum gongur millum Leirvík og Vík.

- Eitt er, at hetta er eitt myrkt og helst ov illa uppmerkt vegastrekkið. Í aðrar mátar virkar tað fyri fleiri bilførarar, sum um vegurin bara gongur beint fram, tá tú kemur niðan ímóti, sigur løgreglan, sum mælir fólki til at vera serliga ansin á hesum vegastrekki í Leirvík.