Men áðrenn hetta er púra greitt, skal síðsta umfarið í 1. deild fáast frá hondini. Um FS Vágar endar niðast í 1. deild, so skal stykki 5 í grein 7 í kappingarreglunum fyri fótbólt helst skiljast soleiðis [...] var tað í Gundadali, tá HB vann FM heitið í 1988, og TB varð sent niður í 2. deild, og soleiðis var tað í 1996, tá GÍ vann FM heitið á Sevmýri, og TB aftur varð sent niður í 2. deild. Nú er tað ikki avgjørt [...] eina ferð í ár, so megnaðu teir ikki at vinna FM heitið. 2-1 ósigurin á heimavølli ímóti VB 10. august gjørdist sera dýrur fyri HB, sum mótsatt grannunum heldur ikki megnaði at fáa fulla úrtøku í Vági. F
síðani hava teir ikki vunnið á heimavølli. Í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin fingu teir javnleik móti B71. Í seinasta heimadystinum, sum var móti KÍ, tapti ÍF stórt, men hesaferð høvdu teir í grundini sjálvir [...] av, at teir taptu við trimum málum. Fyri tað fyrsta kláraðu teir ikki at gera sær dælt av málkjansunum, sum vóru nógvir, og fyri tað næsta vóru teir stundum sløsutir í verjupartinum, og tað duga vágbingar [...] framvegis hevur møguleika fyri at vinna heiðursmerki í ár, meðan ÍF kann síggja fram til seinasta dystin við tí í huga, at teir hava fingið fleiri stig á útivølli enn á heimavølli í ár...
Olivur í Hoyvík, for-maður í Ferðaráð Føroya: -Eg má síggja filmin einaferð aftrat fyri at kunna siga mína hugsan um hann. Spenningurin var helst ov stórur, nú vit í ferðavinnuni hava verið so virkin í sambandi [...] tú skilti ikki alt, ið varð sagt. Hesin filmurin fer at fáa stóran týdning fyri Føroyar. Um tað er ikki er tað sama at lesa bókina og so síggja filmin hevur ongan týdning fyri útlendingar. Fyri teir er tað [...] vakrar, at eg ivist ikki í, at filmurin fer at fáa týdning fyri Føroyar sum ferðamannaland. Eisini tær føroysku traditiónirnar við føroyskum dansi o.ø. sum koma fram í filminum hava týdning í so máta. Til mínar
at siga. Ein danskur tíðindamaður, sum vit tosaðu við í gjár, helt fyri, at tey í Brøndby eru neyvan so glað fyri tað, sum í løtuni gongur fyri seg í felagnum hjá Toda Jónsson. Milliónirnar Tað nýggjasta [...] Tað eru ikki smávegis upphæddir, sum talan er um í FCK, felagnum sum Todi Jónsson spælir í. Nú eru nøkur ár síðani, at tvey av gomlu feløgunum í Keypmannahavn, KB og B1903, slóu bestu liðini saman í einari [...] vøllinum og vann pengar. Vent í holuni Men nú er tað mangt, sum bendir á, at tað er álvari í hóttanini hjá FCK at taka fótbóltsleiðsluna í Danmark frá felagnum í vestara útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum
omanfyri. Óli Hansen rakti í stólpan eftir innlegg úr høgru í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki rakti hann tvørtræið, og í sama álopið kom bólturin í annan stólpan. Men NSÍ hevði ikki marginalirnar við sær, [...] Tíggju minuttir fyri leiklok kom Dagfinn Olsen fyri fyrstu ferð inn á besta NSÍ liðið. Uttanfyri sótu fleiri aðrir, sum hava framtíðina fyri sær, og tað er neyvan nógv at ivast í, at teir í Runavík hava møguleika [...] (0-0) RUNAVÍK: KÍ vann 2-0, tá teir vóru í Runavík og tókust við NSÍ um, hvat av teimum báðum liðunum skal enda á fimta plássi, og hvat skal enda á sætta plássi í landskappingini 1997. At KÍ fekk tvey mál
formaðurin í UEFA, Lennart Johansson, ætlar sær at gerast formaður í altjóða fótbóltssamtakinum, FIFA. Og hann ger nógv við tað í valstríðnum, sum eftir ætlan skal enda við, at hann skiftir formanssessin í UEFA [...] UEFA út við tann í FIFA komandi vár. Mikudagin og hósdagin í síðstu viku var fundur í Helsingfors í Finnlandi, har formenninir og aðalskrivararnir í europeisku fótbóltssambondunum vóru til staðar. Torleif [...] sum Gorbatjov gjørdi, tá hann kom til ræðið í gamla Sovjetsamveldinum. Limalondini skulu hava størri innlit í tað, sum gongur fyri seg í FIFA, og tey skulu í nógv størri mun, enn tað higartil hevur verið
Nólsoyar Páll er ikki nakað herskip, og tað var greitt lógarbrot, at Nólsoyar Páll varð sigldur heim úr Fraklandi í august mánaði í fjør. Hetta stendur m.a. í grundgevingunum fyri dóminum, sum Føroya rættur [...] Stovnurin luttekur ikki á nakran hátt í landsins verju, skipini hava ikki hernaðarliga útgerð ella herfólk, men eru bara útgjørd við skotvápnum fyri at kunna røkja sínar uppgávur. Í dóminum verður gjørt [...] sjálvt um skipið í grundini var afturhildið av Søfartsstyrelsen, til ávís trygdarkrøv vóru uppfylt. Hann varð eisini dømdur, tí hann undan heimferðini ikki syrgdi fyri, at skipið var í góðum standi viðvíkjandi
oljuleiting og í hesum sambandi skulu til at skipa fyri 1. útbjóðingarumfarinum - verða fyrireikingar nú gjørdar til fyrstu boringina í einum fjarskotnum oyggjabólki, har umstøðurnar eru ikki sørt meinlíkar [...] nevniliga í Brasilia. Í løtuni eru tað so serstakliga Danmark, Bretland, Føroyar og Falklandsoyggjarnar, sum standa ovast á íløgutalvuni hjá felagnum. Hol sett á í mai 98 Amerada Hess er operatørur í einum [...] samfeløgini so ella so. Fyri ikki at tosa um, hvussu rík hesi smáu samfeløg verða, um stórar oljukeldur verða funnar, og tær geva nógvar pengar til samfeløgini. Eitt fet framman fyri okkum Tað er áhugavert
ídnað, útbúgving í ídnaðinum og um komandi útbjóðingarumfarið. -Vit eru komnir til Føroya fyri at hyggja, lurta og læra og fyri at skilja føroyska mentan, politikk og søgu - og ikki fyri at prædikka ella [...] seg at vera á rættari kós í kanningararbeiðinum. -Eg kann bert siga, at vit høvdu ikki verið her, um vit ikki hildu møguleikar eru fyri, at olju- og gassberandi løgini eystan fyri halda fram móti Føroyum [...] Feløgini hava nú í nøkur ár arbeitt við tí føroyska økinum, men tað er ikki fyrr enn nú, at feløgini eru farin meira miðvíst til verka. Bæði feløgini arbeiða saman vestan fyri Hetland og eru við í báðum teimum
Fólkaflokkurn ikki kann taka undir við uppskotinum í verandi líki. Í staðin fyri at stuðla privatu vinnuni, er Framtaksgrunnurin farin inn í eina ójavna kapping - og stuðlar tí at knúsa tað privata. Skal Framt [...] av, at samgongan stendur so spjødd í hesum máli. ? Vit hava í Føroyum í dag eina samgongu og eitt landsstýri, sum ikki megnar at finna fram til politiskar loysnir í málum, sum avgjørt hava krav upp á at [...] um landsstýrið ikki heldur átti at komið í tingið við eini eykajáttanarlóg fyri at játta pengar til eginpening í Framtaksgrunninum. Hann vísit á, at talan var um 11 milliónir krónur, og í løtuni liggur