Lasse Klein, tingmaður: -Mær dámdi filmin sera væl, og eg haldi, at leikararnir komu væl frá filminum. Bestur var Lars Simonsen, sum spældi Harra Pál. Náttúrumyndirnar vóru framúr góðar, tó saknaði eg náttúrumyndir, har sólin skínur. Sum heild vóru myndirnar í so myrkar og daprar. Fyri meg var tað annars ein stór uppliving at kunna vera við til eina slíka premieru.
Ikki vónsvikin
Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður: -Hetta var ein góður filmur, um vit hugsa um skaldsøguna hjá Jørgen Frantz Jacobsen. Men annars var hatta kanska ikki rættiliga hin gamla Beinta. Mær dámdi annars náttúrumyndirnar ómetaliga væl. Eg eri avgjørt ikki vónsvikin av filminum og haldi tey komu væl frá honum. Nú fer hesin filmurin at verða vístur í øðrum londum, og tað skuldi kunna gagna okkum sum ferðamannaland.
Fekk ilt í búkin
Freia Ludvigsen, journalistur á Billed Bladet: -Eg havi enn ilt í búkinum, og havi júst verið úti og turkað tey seinastu tárini burt. Filmurin er sera sera vakur, ikki minst náttúrumyndirnar. Hann er ófatiliga góður. Hann er ómetaliga kensluríkur og hugtakandi. Eg ivist ikki í, at hann verður ein stór succes. Anneke er undurfull, og Lars spælir eisini ótrúliga væl. Eisini statistarnir klára seg væl. Samanumtikið haldi eg, at hetta er filmurin, sum allir danir vilja síggja. Hann er ein stór uppliving.
Danir skilja føroyingar betur
Vibeke Larsen, ríkisum-boðsmaður: -Hetta er ein ómetaliga flottur filmur. Eg havi altíð havt ein ávísan ótta við filmir, sum vara longur enn 90 minuttir, men eg var eitt sindur ovfarin, tá filmurin varð liðugur, tí eg helt als ikki, at tað var gingin so nógv tíð. Tað vísir, at filmurin var góður. Náttúrmyndirnar vóru tær, sum raktu best. Tað er eitt sindur torført við einum filmi, sum er gjørdur yvir eina bók, sum tú kennir so væl, tí nakað er tikið burtur og nakað er broytt, men eg haldi tey hava dugað væl at valt út og vraka.
Eg kundi heldur ikki lata vera við at hugsa um, at sama dag sum, tá upptøkurnar vórðu gjørdar av Harra Pál, ið fór til Havnar at leita eftir Barbaru, var eg sjálv á gongutúri í Suðri og var nærum blást út av tromini. So tað hevur ikki verið lætt at gera nógvar at hasum upptøkunum, men teir hava so rakt í plett kortini.
Vibeke Larsen ivast ikki í, at danir, tá teir síggja henda filmin, fara at føla nakað gott og positivt mótvegis Føroyum og føroyingum. -Eg haldi, at danir hava tað nakað uppá sama máta við Føroyum, sum føroyingar hava tað við Danmark. Tað skal líkasum býtast í tvey løg. Tú hevur tey sokallaðu turbulentu viðurskiftini reint politiskt, og við síðuna av tí finnur tú vinsemi og kennskap og tað at vit eru norðurlendsk fólk báðar tjóðirnar.
Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður ivast onga løtu í, at úrslitið av einum slíkum filmi kann blíva, at danir kanska betur fara at skilja føroyingar, sum jú búleikast undir heilt øðrum umstøðum enn fólk í Danmark. Hon vil mæla øllum sínum landsmonnum í Danmark til at síggja filmin, og sjálv ætlar hon sær at síggja hann einaferð aftrat. Hon viðgongur, at hon var eitt sind-ur ørkymlað av, at geo-grafisku plássini í filminum ikki vóru tey somu sum í veruleikanum, men hetta er nakað, sum ein kann venja seg við, um ein sær filmin aftur.
Føroyski tónleikurin gekk væl
Kristian Black, tónasmiður: -Hetta var ein frálík løta. Mær dámdi filmin sum heild og ikki minst gekk føroyski tónleikurin í filminum sera væl, bæði sálmaløgini og føroyski dansurin. Har var tyngd í.
Bíði eftir útlendsku ummælunum
Finnbogi Ísakson, tingmaður: -Eg haldi tað er eitt sindur ringt hjá okkum føroyingum at meta um filmin. Eg bíði meira eftir teimum útlendsku ummælunum. Nú hugdi eg ikki so nógv eftir landslagsmyndum ella eftir statistunum, men tað órógvaði meg eitt sindur at vita, at tá eg skuldi vera í Miðvági, so var eg í Saksun og sá Eiðiskoll og Kallsoynna osfr. Eg haldi annars, at sjónleikararnir vóru góðir, serstakliga spældi prestur væl og somuleiðis Barbara. Men eg skal annars viðganga, at fyri mær tóktist hann dekan ov langrøkjutur viðhvørt. Tað er kanska heldur ov sterkt at brúka orðið keðiligt, men tað liggur harum. Annars tyktist tað fyri mær sum um ein nokk so stórur partur av filminum varð settur saman í smápettum. Tað virkaði ikki altíð sum ein framhaldandi filmur. Heldur vórðu tað smápetti, sum vórðu sett saman sum smáar stuttsøgur í eina heild. Tað var kanska ein veikleiki. Men sjálvur haldi eg, at ummælini uttanlands eru meira áhugaverd enn ummælini í Føroyum.
Má sodnast
Arne Thorsteinsson, forn-frøðingur: -Mítt inntrykk er eitt sindur ørkymlandi. Tað er kanska mín egni feilur. Tað skal nokk sodnast og sorterast eitt sindur, áðrenn eg kann gera ein neyva meting. Annars dámdi mær væl filmin. Men tú situr alla tíðina og relaterar til bókina og til støð tú kennir, og tá hetta ikki heilt samsvarar við upprunan, so gerst tað eitt sindur ørkymlandi. Og sjálv lýsingin av kvinnupersóninum Barbaru sæð í relatión til bókina er ikki heilt tann sama sum tann kvinnan vit kenna frá bókini.
Eitt veldugt upplivilsi
Hanus Samuelsen, lærari: -Tað skal ein tíð til at fáa hetta at sodna. Men hetta var eitt veldugt upplivilsi. Eg havi bíðað spentur í fleiri ár, síðani tað kom fram, at bókin skuldi filmatiserast. Eg má siga, at eg eri ikki vónsvikin av nøkr-um.
Hanus Samuelsen hevur í síni tíð sum lærari oftani havt bókina Barbaru við í undirvísingini, og ætlanin er nú eisini, at skúlaflokkar fara at síggja filmin, soleiðis at hann kann verða brúktur sum partur av undirvísingini.
-Annars haldi eg, at endin á filminum var rímuligur, tí hon skal enda úti í tí óvissa. Nú tá útlendingar fara at síggja henda filmin fara teir eisini at síggja, at her er talan um eitt fólk, sum er ógvuliga bundið at eini veldugari náttúru. Bara løtan, tá tann gamli er við at doyggja og prestur vitjar og at síggja, hvussu hini liva í síni egnu verð. Tað sigur eisini nakað um hetta landið og fólkið.
Hanus Samuelsen dámar væl, at sorinskrivarin verður tikin fram sum ein týðandi persónur í filminum. Men hann er kanska ikki so nøgdur við málið í filminum. Tað er kanska eitt sind
ur fløkjasligt fyri okkum. Men Barbara lærdi nakað av føroyskum, og heldur hann, at hon kom rættiliga væl frá tí, hóast tað er ringt hjá norðmanni at leggja um.
-Samanumtikið eitt ógvuliga stórt upplivilsi og eg vænti, at filmurin kemur at gera okkum æru úti í heimi. Babara er sum náttúran og havið, sum Mykines. Hon er ógvuliga dragandi men samstundis ógvuliga vandamikil og er kanska ein hugmynd hjá monnum sum Jørgen Franz. Hann droymdi um eina kvinnu, sum kanska bara livdi í hansara hugaheimi. Hann umsetti so tann stóra kærleikan, ið hann ikki fekk, til skaldskap.
Ein fantastiskur filmur
Edmund Joensen, løgmaður: -Hatta var ein fantastiskur filmur. Tað vóru sterk upplivilsi, bæði søgan og náttúrumyndirnar. Hetta var ein sera góð mynd av Føroyum. Eisini søgan sjálv upphevjaði føroyingar. Filmurin vardi í nærum hálvan triðjan tíma, men tíðin gekk uttan at tú vardi tað, og tað sigur kanska alt um filmin. Tú upplivdi Føroyar, sum tær vóru tá, og vit, sum hava lisið bókina, sluppu at uppliva hetta í livandi myndum, so á ein hátt livdi tú teg aftur í søguna. Eg haldi eisini, at Føroyar vórðu presenteraðar sera vakurt. Filmurin hevjar føroyingar upp, okkara máta at vera uppá, liva uppá og ikki minst ferðast uppá.
Løgmaður heldur, at filmurin fer at verða væl dámdur av útlendingum, sum fara at leggja til merkis, hvussu hetta landið er. -Tað er eisini ein ávísur mystikkur í filminum, í fólkinum og í landinum, sum eisini kemur til sjóndar. Leikararnir gera eitt ómetaliga gott arbeiði fyri at fáa alt at líkjast eini farnari tíð.
Uppá fyrispurning um ein slíkur filmur kann fáa eina positiva ávirkan á tey annars eitt sindur turbulentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark sigur løgmaður, at filmurin væl setir eyguni hjá danskarum eisini á tað føroyska samfelagið í dag. Tað fer heilt givið at seta fokus á Føroyar, og tað fara helst eisini at koma fleiri danir til Føroya orsakað av hesum filminum - og sum tá eisini fáa høvi til at kunna seg betri við føroysk viðurskifti. Og tað er bara positivt.
Spenningurin ov stórur
Petur Olivur í Hoyvík, for-maður í Ferðaráð Føroya: -Eg má síggja filmin einaferð aftrat fyri at kunna siga mína hugsan um hann. Spenningurin var helst ov stórur, nú vit í ferðavinnuni hava verið so virkin í sambandi við filmin. Men eg haldi, at innihaldið sum heild og náttúrumyndirnar samsvaraðu væl við bókina. Tað er neyvan nakar ivi um, at filmurin kemur at selja Føroyar. Hetta kemur at vera ein síðuvirkningur, sum kemur at geva okkum eitt gott íkast framyvir, kanska í eini tvey til trý ár. Tað veldst so sjálvandi um, hvussu væl filmurin verður móttikin í útlandinum. Høvuðsmarknaðurin er Danmark og hini Norðurlondini, og har vóna vit, at filmurin fer at hava positiva ávirkan fyri ferðavinnuna. Vit hava lagt alt hetta væl til rættis og eru so tilreiðar at taka ímóti ferðafólk-unum. Tá filmurin hevur verið vístur fyri almenninginum í Danmark 3. oktober, tá fáa vit ta náttúrligu reaktiónina. Tey, sum eru her í Føroyum og hava sæð filmin, eru engagerað á ein ella annan hátt. Tí eri eg eisini spentur at vita, hvussu móttøkan verður í Danmark.
Prestakragin kann kamoflera men ikki doyva
Bjarni Beck, dómpróstur: -Eg haldi tað vera sera áhugavert at síggja teir báðar leiklutirnar serliga við presti og Barbaru men eisini Gabriel. Hann er sera væl lýstur við filmingini. Tað, sum tú ikki kanst siga í filminum men í bókini, tað vísti filmingin sera væl. Hetta var ein stór uppliving fyri meg. Jú meira tú gongur her og prátar við fólk, so hoyrir tú meira og meira um filmin, so eg ætli mær at síggja hann einaferð aftrat. Mær dámdi annars væl, at Malmros ikki brúkti hesi postkortvøkru bíløtuni men heldur valdi hetta támutta veðurlagið.
Filmurin viðger annars almenn menniskjanslig viðurskifti, sum ein prestakjóli ella prestakragi kanska kunnu royna at kamoflera men ikki kunnu doyva. Moralin mást tú sjálvur taka út úr filminum. Men menniskjuni, sum verða umrødd í filminum, eru soleiðis enn tann dag í dag. Soleiðis hava tey altíð verið. Tey eru einki broytt.
Mong fara at vitja
Páll Patursson, bóndi: -Eg varð ovfarin av, at filmurin endaði, tá Barbara fór út í mjørkan, men tá eg kom aftur til mín sjálvs og fann út av, at eg hevði sitið í tveir og ein hálvan tíma og hugt, so var hetta einki minni enn fantastiskt. Tað var eitt ómetaliga stórt inntrykk tú fekst, tá tú fyrst roknaði við, at menninir úti við Vippuna fóru út og bjargaðu hana út úr mjørkanum men at hon so bara fór. Hetta var ein so stór uppliving, at ein nú eigur at fara heim og hugsa um tað tú hevur sæð. Eg haldi, at filmurin átti at verið tekstaður, tí tú skilti ikki alt, ið varð sagt. Hesin filmurin fer at fáa stóran týdning fyri Føroyar. Um tað er ikki er tað sama at lesa bókina og so síggja filmin hevur ongan týdning fyri útlendingar. Fyri teir er tað heildin Føroyar, sum telur. Hon er ótrúliga góð - fyri ikki at tosa um spælararnar, eisini føroyingarnar. Vit fara at síggja nógv til fólk, sum koma at vitja Føroyar orsakað av hesum filminum.
Ein góð vøra
Poul Joensen, sjónleikari: -Filmurin var fantastiska góður. Men vónirnar eru skrúvaðar so ómetaliga nógv upp, so tá tú sær filmin, kann henda, at hann svarar ikki heilt til vónirnar. Men tað, sum kom burtur úr, var sera gott. Hetta er ein góð vøra.
Ein ektað vøra
Ebbe Lundgaard, danskur mentamálaráðharri: -Hetta var eitt intenst drama, bæði frá náttúrunnar síðu og so eisini sjálv søgan. Barbara var sera ektað og suveren. Eg eri sera sera fegin um henda filmin. Kunnu tað gevast fimm stjørnur til tann besta hugsandi filmin, so vildi eg givið hesum fýra og trýkvart stjørnu. Náttúrumyndirnar eru so ómetaliga vakrar, at eg ivist ikki í, at filmurin fer at fáa týdning fyri Føroyar sum ferðamannaland. Eisini tær føroysku traditiónirnar við føroyskum dansi o.ø. sum koma fram í filminum hava týdning í so máta. Til mínar landsmenn í Danmark vil eg bert siga, at við hesum filminum koma tit at uppliva eitt drama so tað forslær, eina sterka náttúruuppliving men fyrst og fremst ein ektaðan film við ektaðum persónum, við ektaðum kenslum, ið vit øll hava havt.