VB'arnir vóru neyvari

Fótbóltur: VB vann greiðan sigur á ÍF, hóast munurin á liðunum ikki var so stórur

1. deild menn:

ÍF-VB 0-3 (0-1)


Úrslitið gav ikki røttu myndina av gongdini í dystinum, men tað staðfesti enn einaferð, at vágbingar fáa nógv burtur úr tá teir spæla fótbólt.

Teir eru góðir til at gera mál tá teir skulu, og tryggi sigurin á ÍF kom fyrst og fremst til høldar, tí teir skoraðu, tá tilboðini vóru har, meðan heimaliðið ikki kláraði at umseta nakran av sínum kjansum til mál.

Fuglfirðingar hava staðið seg serstakliga illa á heimavølli í ár, og nú heimadystirnir allir eru spældir hevur ÍF fingið fýra stig av 27 møguligum. Teir vunnu móti FS vágum 19. mai, og síðani hava teir ikki vunnið á heimavølli. Í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin fingu teir javnleik móti B71.

Í seinasta heimadystinum, sum var móti KÍ, tapti ÍF stórt, men hesaferð høvdu teir í grundini sjálvir skyldina av, at teir taptu við trimum málum.

Fyri tað fyrsta kláraðu teir ikki at gera sær dælt av málkjansunum, sum vóru nógvir, og fyri tað næsta vóru teir stundum sløsutir í verjupartinum, og tað duga vágbingar at gera sær dælt av.


Eitt mál fyrra hálvleik

Eisini í Fuglafirði var veðrið vánaligt sunnudagin. Vindur og regn órógvaði spælið, men hóast tað var undirhaldið gott.

VB hevði bóltin meiri í fyrra hálvleiki, men teir spældu soleiðis sum teir ofta gera á útivølli: Teir verja væl, eru disiplineraðir, og duga so at gera skjótt av, tá kjansur er at leypa á.

VB fekk einasta málið sum kom í fyrra hálvleiki. Ein langur bóltur varð sendur fram á vøllin, aftasti maður hjá ÍF feildømdi bóltin, fekk bara høvdið á, og so streyk spælandi venjarin hjá VB, Milan Milanovic, avstað við bóltinum og skoraði til 1-0.

ÍF kom fleiri ferðir til góðar kjansir. Egil Zachariasen, sum vanliga er neyvur avsluttari, hevði ikki sín besta dag. Hann hevði tveir góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men brendi báðu ferð. Áslakur Petersen spældi hesaferð hangandi áleypari aftanfyri Egil, og eisini hann hevði onkran góðan kjans.

Í seinna hálvleiki hevði ÍF aftur fleiri kjansir at gera mál, men tað vóru gestirnir, sum vístu vertunum, hvussu tað skal gerast, tá tilboðini uppstanda.

Dan Djurhuus (var íðin í álopinum) skoraði til 2-0, tá hann fekk bólt frá Birgiri Jørgensen og sendi fram við Erling Joensen í ÍF-málinum, og móti endanum av dystinum skoraði Hjalmar Jacobsen eftir hornasparksstøðu.


Trýstu verjupartin

Hjá ÍF var Egil aftur nær við, hann stútaði tvær ferðir úr fríari støðu upp um, og einu ferðina var hann óheppin og gleið, tá hann skuldi møta innleggi frá Eyðálvi Petersen.

Spælið gekk seinna hálvleik báðar vegir, og eftir fyrra hálvleik, har ÍF-verjan ikki vísti seg frá sínu tryggu síðu, legði VB ofta trýst á verjupartin hjá VB, og tað gav fleiri ferðir bonus.

ÍF, sum seinasta vikuskiftið vann í Runavík, spældi uttan útisetarnar Magna á Lakjuni og Símun Eliasen, meðan Bartal Eliasen hevði leikbann. Roy Róin og Tórstein Joensen vóru viðaftur.

Hjá VB manglaðu Eyðun Jacobsen, sum var skaddur, og John Eystberg, sum hevði leikbann, men Milan Milanovic var nú aftur við.

Sigur til VB, sum framvegis hevur møguleika fyri at vinna heiðursmerki í ár, meðan ÍF kann síggja fram til seinasta dystin við tí í huga, at teir hava fingið fleiri stig á útivølli enn á heimavølli í ár...