Svenski formaðurin í UEFA, Lennart Johansson, ætlar sær at gerast formaður í altjóða fótbóltssamtakinum, FIFA. Og hann ger nógv við tað í valstríðnum, sum eftir ætlan skal enda við, at hann skiftir formanssessin í UEFA út við tann í FIFA komandi vár.
Mikudagin og hósdagin í síðstu viku var fundur í Helsingfors í Finnlandi, har formenninir og aðalskrivararnir í europeisku fótbóltssambondunum vóru til staðar. Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal vóru mikudagin á veg til fundin, men teir komu ikki longri enn vestur í Vágar, so spældu floglíkindini teimum eitt puss.
Men Fótbóltssambandið tekur undir við øllum hinum europeisku fótbóltssambondunum, sum ætla at stilla svenska UEFA formannin upp til hægsta fótbóltssessin í heiminum:
? Vit stuðla Lennarti Johansson av fullum huga. Vit hava ikki nakra orsøk til ikki at gera tað. Vit kenna svian, og mátin, sum hann hevur lagt virksemið í UEFA til rættis uppá, og hvussu hann hevur syrgt fyri at smærri fótbóltstjóðirnar fáa part í pengunum, sum fótbólturin kastar av sær, hevur komið okkum til góða, sigur Torleif Sigurðsson.
FIFA skal líkjast UEFA
Á fundinum í Helsingfors legði UEFA formaðurin ætlanirnar fram, sum skulu fremjast, um hann verður valdur til FIFA formann. Tað er mest átókt tí, sum Gorbatjov gjørdi, tá hann kom til ræðið í gamla Sovjetsamveldinum. Limalondini skulu hava størri innlit í tað, sum gongur fyri seg í FIFA, og tey skulu í nógv størri mun, enn tað higartil hevur verið gjørt, vera spurd, tá avgerðir skulu takast.
Men tað, sum ivaleyst hevur størsta áhugan bæði hjá FSF og øðrum limafeløgum í FIFA, er, at um sviin verður valdur til nýggjan formann, so ætlar hann at syrgja fyri, at limalondini fáa nógv meiri pengar burturúr, enn tey hava fingið higartil.
Tá føroyska landsliðið spælir í EM undankappingum fær FSF heilt fitt av pengum frá UEFA, men tá landsliðið spælir í HM undankappingum fæst einki frá FIFA.
Hetta ætlar Lennart Johansson at broyta. Hann sigur, at um hann verður formaður, so fara tey 198 limalondini í FIFA at fáa eina millión amerikanskar dollar ella einar sjey milliónir krónur í part fjórða hvørt ár frá FIFA.
Og sviin veit, hvar hann skal fáa allar hesar pengarnar frá. UEFA hevur hesi seinnu árini sjálvt staðið fyri sølu av sjónvarpsrættindum og lýsingum í sambandi við EM, og teir hava saman við vertunum sjálvir havt ábyrgdina av EM endaspølunum.
FIFA hevur fyri ávísar upphæddir latið rættindini í sambandi við HM endaspølini til privat feløg, og tað er aftur og aftur komið fyri, at hesi hava vunnið eina rúgvu av pengum. T.d. var yvirskotið eftir HM endaspælið í USA í 1994 ógvuliga stórt, men hetta var ikki nakað, sum kom t.d. FSF til góða.
Nýggjur UEFA formaður
Valið av nýggjum FIFA formanni verður komandi ár. Elligamli brasilumaðurin Havelange, sum hevur verið formaður í FIFA í mong ár, hevði ætlað sær at halda fram í eitt skeið afturat. Men síðani tað gjørdist honum greitt, at mótstøðan ímóti honum er stór, hevur hann stríðst fyri, at versonurin skuldi yvirtaka formansskapin.
Nú er tað mangt, sum bendir á, at hetta fer ikki at eydnast, tí umframt úr Europa fær Johansson eisini undirtøku úr Asia og úr Afrika.
Spurningurin hvør skal taka við sum UEFA formaður, um sviin verður valdur til FIFA formann, er ikki avgjørdur. Men tað er greitt, at nýggjur formaður skal veljast á eykaaðalfundi. Millum uppløgdu evnini er norðmaðurin Per Omdal, sum teir í FSF kenna sera væl. Kortini verður tað ikki mett at vera serliga sannlíkt, at hann verður formaður, tí onnur UEFA limalond fara ivaleyst at halda tað vera óheppið, at ein norðmaður verður UEFA formaður samstundis sum ein svii er formaður í FIFA.