og onkur vanlukka er fyribyrgd á tann hátt, men neyvan er hetta gongda leiðin, um ein ætlar sær at teljast millum tey, sum skriva rætt føroyskt og duga at málbera seg. Spurningurin er so, hvussu fólk um [...] seg um at skriva rætt og málbera seg ? á føroyskum. Ella er aldursmark ásett fyri, nær ein kann læra seg føroyskt? Eg skal ikki siga eitt einasta ilt orð um, at Fróðskaparsetrið bjóðar føroyingum at læra [...] vit verða átalað fyri at herma eftir útlendskum, orðafelli tykjast lofnað, okkurt er heldur enn ikki løgið o.a.s. Málnevndin eigur at geva ráð og vísa á gongda leið, og ikki at tillátursgera fólk og kanska
royndunum. Um so er, at tað ikki er førarin sjálvur, sum situr handan rættið, heldur ferðslumálaráðið at tey við lógarheimild kunnu krevja, at ánarin upplýsir, hvør koyrir bilin. Um hetta ber til, fara óivað [...] óivað komandi rættarmál at siga okkum. Vit kunnu kortini ímynda okkum, at tað kann verða bíligari at nokta at lata løgregluni hesar upplýsingar... [...] skrásetur myndatólið hetta og ein 2,5 x 2,5 metur stór mynd av bilførarasíðuni á bilum verður tikin digitalt. Í mun til tað, sum galdandi er, at bilurin verður steðgaður, fær bilførarin einki at vita. Tað verður
Men spaniólar eru farnir at fyrireika seg til endaspælið, og dysturin móti Føroyum verður mettur at verða fyrsta stigið á leiðini. Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at lagið í sponskum fótbólti [...] Javier Clemente, sum ikki plagar at gera nógv av, er samdur. Í eini samrøðu við ítróttarblaðið AS undan dystinum móti Føroyum sigur hann, at spanska liðið er nóg sterkt til at gerast heimsmeistari. Síggja [...] løtuni. Liðið er farið at fyrireika seg til HM-endaspælið og dysturin móti Føroyum er eisini aðalroyndin áðrenn landsdystin móti Brasilia 11. november. Øll sum hugsaðu, at Spania ikki fór at stilla við sterkastu
eygleiðari sigur við Upstream, at fundurin í London vísti, at báðir partar eru sera nær eini avgerð, sum antin er at fremja eina samráðingarloysn ella at semjast um, at ein er ósamdur. Trýst frá oljuvinnu [...] við blaðið, at tey rokna við, at málið verður loyst, men tíðarspurningurin hevur nógv at siga. Ein ber ótta fyri tíðini, sum ein sak fer at taka. -Eg haldi, at ídnaðurin hevur roknað við, at ein broyting [...] føroysk kelda sigur við blaðið, at ein Labour-stjórn hevur einki at missa við at góðtaka eina miðlinju, tí hetta er í samsvar við upprunaliga politikkin hjá Labour, og hetta er so eisini í andsøgn til tey
seinastu árini. Hann helt, at stjórnin hevði prógvað at hon hevði verið før fyri at fornýggja og menna danska samfelagið. - Hetta er okkara háttur - tann danski hátturin - og hann er ikki ein eftirlíkningur [...] forsætisráðharrin, at hóast Danmark er eitt lítið land, so hevur tað megnað at gera seg galdandi í altjóða myndini. M.a. nevndi hann at heimurin hevði brúk fyri Sameindu Tjóða, og at Danmark tók undir við [...] harrin at danir vóru framsøknarhugaðir og vónaðu at hetta norðureuropeiska økið fór at blóma mentanarliga eins væl og samfelagsliga og fíggjarliga. Frammalaga í huganum hjá donsku stjórnini er fólkaatkvøðan
aðrir vilja siga, at nú skal loysast, meðan aðrir fara at siga, at als einki skal gerast. Hetta er boðið hjá Jóannes Eidesgaard upp á, hvat eitt møguligt fólkatingsvalstríð í Føroyum fer at snúgva seg um [...] havi fyrr sagt, at tað er neyðugt, at vit ikki síggja burtur frá tí trupulleikanum, sum er í løtuni. Hetta havi eg eisini sagt við Poul Nyrup Rasmussen í brævi. Hetta rokni eg við, at hann vil gera nakað [...] í Føroyum at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað fer at snúgva seg um ríkisfelagsskapin, um heimastýrislógina, um álitið millum báðar partanar. Summir fara at siga, at nú skal gerast
Adolf sigur, at hetta er so mikið áhugavert, at tað eigur at stuðlast, ikki minst tí, at henda ætlanin lýkur tvær týðandi fortreytir. Hon økir ikki trýstið á fiskastovnarnar. Og ætlanin er at seta tað í [...] longri norður. Jógvan Adolf Johannesen sigur, at hetta arbeiðið er mett at kosta 30 milliónir. Peningurin er komin á fíggjarlógina, men ætlanin er, at arbeiðið skal vara yra ár. Og tíverru eru tær smærru [...] sigur, at hann heldur, at tað er neyðugt at gera helvtina av arbeiðnum, tvs, at leingja molan 20 metrar komandi ár. ? Tað hevði gjørt havnina munandi kyrrari. Og eg vænti, at tað tá hevði borið til at tikið
panini er ein hagtalsskipan, ið vísir blaðnum ymisk hagtøl, internetútgávuni viðvíkjandi. M. a. sæst, úr hvørjum londum fólk vitja Sosialin - og er tað so at siga úr øllum heiminum. Eyðvitað er kortini [...] kortini, at tað tekur sína tíð, til fólk kring heimin frætta, at Sosialurin er at síggja á netinum, men netbrúkarar eru forvitnir, og fleiri finna tí kortini fram til Sosialin. Hagtølini vísa, at flestu brúkarar [...] talan framvegis er um eina royndarútgáva, hava longu nógv fólk teknað seg sum haldarar av internetblaðnum. Tá tú ert haldari, merkir tað, at tú fært eitt e-bræv, tá blaðið er dagført. Hetta er ein ókeypis
Angeles - har eru nógvar aðrir størri vandar. Serfrøðingar siga, at vandin fyri eldgosi í býnum er evarska lítil, at hann so at siga ikki er til? [...] fyri at fáa lavastreymin í Los Angeles at síggja so nátúrligan út, sum til ber. Men skuldi onkur óttast, og ikki torað at vitja Los Angeles av hesi orsøk, so kunnu vit hervið siga, at eingin vandi er á ferð [...] brúk fyri frá tí dugnaliga og vakra seismologini (Anne Heche) í einum ójøvnum dysti um at bjarga býnum og íbúgvum. Hetta verður ein dystur móti urinum, har øll mugu stríðast hóast etniskar, sosialar ella
Til hetta er at siga, at sanatoriið stendur ikki til at bjarga sum søguligt hús. Tað er longu so ?illa farið³ av umbyggingum og broytingum upp ígjøgnum árini, at tað skulu so nógvar milliónir til at seta [...] i fyri komandi ár, er peningur settur av at byrja uppá skúlan. 80 Milliónir! Hetta er tað, ein nýggjur studentaskúli skal eitast at kosta. Sostatt sær út til at ætlanin er slept at umbyggja skúlan í Hoydølum [...] óátalaðir skulu sleppa at sleingja um seg við tølum, sum púra onki hald er í, bara fyri at fáa projektið ígongd, vælvitandi, at er tað fyrst komið ígongd vendst ikki aftur, og tá ber til at koma fram við einari