Løgreglan fær nú nýggjatøkni

Í Danmark ger løgreglan royndir við nýggjar tøkni, sum avdúkar bilførarar, ið koyra ov skjótt - eitt videotól við ferðmátara verður nýtt til endamálið, og tá er prógvið púra greitt!

Eitt av amboðunum hjá donsku stjórnini at bøta um ferðslutrygdina eru herferðir. Royndirnar eru, at hesar herferðir ávirka best, um tær verða stuðlaðar av øktum eftirliti frá løgreglunnar síðu.

Mest umtalaða eftirlitið hjá løgregluni í Danmark eru tær sonevndu fotofellurnar, sum í fyrsta umfari er settar upp í Keypmannahavn. Har hevur løgreglan keypt tveir leica lasaramálarar, báðir útgjørdir við videodokumentaión, tann tøknin, sum FDM hevur eftirlýst í sambandi við verandi laserupptøkutól.

Fyribils eru hesar fotofellurnar goymdar í vørubilum, sum verða parkeraðir ymsastaðni. Men í eitt nú Týsklandi eru hesi upptøkutól sett á føst støð, og verða nevnd starabúður.

Hesi verða tó seinni at síggja í Danmark, eins og upptøkutól eisini verða sett upp við ljóskurvar fyri at fanga bilførarar, ið ikki akta ferðsluljósini.

Koyrir bilur bert eitt lítið sindur skjótari enn loyvt er, skrásetur myndatólið hetta og ein 2,5 x 2,5 metur stór mynd av bilførarasíðuni á bilum verður tikin digitalt.

Í mun til tað, sum galdandi er, at bilurin verður steðgaður, fær bilførarin einki at vita.

Tað verður ikki brúkt bilts, og ikki fyrr enn ein automatiskt útskrivað bót við mynd kemur við postinum, fær bilánarin hvøkkin.

Løgreglan roynir eisini at fyribyrgja, at bilaánarin skal fáa annan hvøkk. Ein møguligur ferðandi er slørarur á myndini. Tó verða allir framviðkoyrandi bilar og persónar skrásettir, og hetta tilfarið kann brúkast til eftirmeting av royndunum.

Um so er, at tað ikki er førarin sjálvur, sum situr handan rættið, heldur ferðslumálaráðið at tey við lógarheimild kunnu krevja, at ánarin upplýsir, hvør koyrir bilin. Um hetta ber til, fara óivað komandi rættarmál at siga okkum.

Vit kunnu kortini ímynda okkum, at tað kann verða bíligari at nokta at lata løgregluni hesar upplýsingar...