? Tað er at fegnast um, at gongd aftur er komin á fiskaarbeiðið í Sandoynni.
? Men skal fiskavirkjunum verða lív lagað, er báði neyðugt útbyggja skopunar havn, og at fáa nýtt skip fyri Trónd.
Jógvan Adolf Johannesen, løgtingsmaður úr Sandoynni sigur, at fyri tí um flakavirkini í Sandoynni nú eru latin upp aftur, eru trupulleikarnir ikki av fyri tað.
?Dagin fyri, virkini lótu upp, fekk strandfaraskipið Tróndur forboð fyri at flyta lastbilar tá ið fleiri enn 12 ferðafólk vóru við.
? Tvs, at virkini í Sandoynni fingu ein stóran trupulleika at dragast við, tí tey hava stóran tørv á flutningi í og úr oynni.
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at hetta ásannar landsstýrið eisini-partvís- nú tað legði uppskot fyri tingið um fíggjarlóg fyri næsta ár.
? Eg sigi partvís, tí væl ætlar landsstýrið at byggja skopunar Havn út - men tað skal taka fýra ár, og tað er ov leingi.
Tók sína tíð
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tað tók sína tíð at fáa gongd aftur á fiskaarbeiðið í Sandoynni.
? Mikudagin eru fýra ár síðani lykilin varð snaraður um.
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tá ið tað gjørdist honum greitt, at fiskavirking hevði slept Sandoynni gjørdi hann greitt á fundi í samgonguni fyri góðum tveimum árum síðani, at hann fór at leggja uppskot fyri tingið um at tað almenna skuldi lata stuðul, so at fiskaarbeiðið kundi byrja aftur.
? Hetta dámdi,serstakliga løgmanni illa. Ístaðin samdust vit um at seta sandoyarnevndina, sum skuldi taka upp samraðingar við Fiskavirking um, hvussu fiskaarbeiðið kundi takast uppaftur í Sandoynni.
Samráðingarnar við Fiskavirking vóru drúgvar.
? Vit høvdu 11 fundir við Fiskavirking, og samstundis samráddust vit eisini við landsstýrismenninar báðar í fiskivinnumálum, Ivan Johannesen, sum umsat fiskivinnuna á sjónum og Óla Jacobsen, sum umsat hana á landi.
? Niðurstøðan var, at landið skuldi lata stuðul at innflyta 2.500 tons av frystum fiski og arbeiða tey í Sandoynni. Tilsamans var talan um tríggjar milliónir.
?Men tá ið til stykkis kom, bakkaði Fiskavirking út. Tey blivu við at krevja meiri og meiri stuðul, til alt at enda datt niðufyri aftur.
? Fiskavirking segði bart út, at tað loysti seg ikki at hava fiskaarbeiði í Sandoynni.
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tá ið hann hevði staðfest, at Fiskavirking ikki ætlaði sær í holt vit fiskaarbeiði í Sandoynni, hóast stuðulin, skeyt hann upp í Javnaðarflokkinum, at hann legði eitt uppskot fyri tingið um at tað almenna læt flakavirkini í oynni uppaftur og rak tey.
?Framtaksgrunnurin pumpaði almennar pengar í virkir kring alt landið. Tí helt eg at tað var ikki annað enn náttúrligt at tað almenna eisini stuðlaði fiskaarbeiði í Sandoynni, um tað so skuldi verða beinleiðis stuðul úr landskassanum.
? Vinnunevndin heitti á meg um at broyta uppskotið ? Og tað endaði við eini semju um eitt uppskot um at fáa gongd aftur á fiskavirking í Sandoynni.
? Nú hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild at stuðla fiskaarbeiði í Sandoynni við trimum milliónum, og hann fekk fulla undirtøku úr tinginum at brúka tær.
? Og so hendi tað, at Delta Seafood trein á pallin og leigaði virkini í Sandoynni.
? Virkið á Sandi er latið upp. Men ikki fyrrenn tað í í Skopum eisini er upplatið, fáa teir rættiliga gongd á- men útlit eru til at tað verður
fyrsta dagin.
Enn eru trupuleikar
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at hann vil sjálvandi teimum í Sandoy Seafood alt tað besta, og ynskir teimum góðan byr so at virksemið verður til gagns hjá fólkinum í oynni.
Men enn eru trupulleikar at loysa.
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at talan er báði um trupulleikar við strandfaraskipi og við havnini í Skopun.
? Skal fiskaarbeiðnum verða lív lagað, er neyðugt at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Fyribils ? í 14 ár
Jógvan Adolf Johannesen sigur at í 1983 varð portur sett í munnan á havnini í Skopum.
? Hetta skuldi verða fyribils, tí ætlanin var at leingja molan á Skersendanum 40 metrar norðureftir. Harafturat skuldi grótkast gerast um Símunarbukt, framvið ferjuleguni og ytru havnini, ímóti molanum. Men tað kom ongantíð so lætt.
? Royndir í hyli hava víst, at fyri hvørjar 10 metrar, molin verður longdur, slætnar havnin í stórum, og tað verður munandi minni rennisjógvur, og norðuri á 40 metrum er havnin púra deyð. Hinvegin ger tað ongan mun at fara longri norður.
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at hetta arbeiðið er mett at kosta 30 milliónir.
Peningurin er komin á fíggjarlógina, men ætlanin er, at arbeiðið skal vara yra ár. Og tíverru eru tær smærru upphæddirnar settar av tey bæði fyrstu árini
? Upphæddirnar býta seg soleiðis:
1998 1999 2000 2001
7 mió 7 mió 8 mió 8 mió
Jógvan Adolf sigur, at hann heldur, at tað er neyðugt at gera helvtina av arbeiðnum, tvs, at leingja molan 20 metrar komandi ár.
? Tað hevði gjørt havnina munandi kyrrari. Og eg vænti, at tað tá hevði borið til at tikið rundingarnar av við endarnar á portrinum.
Løgtingsmaðurin sigur, at teir, sum hava skil fyri tí, siga, at eitt forsvarligt skip at flyta stórar lastbilar við, skal vera tveir metrar breiðari enn Tróndur.
Hava skrivað til tingið
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at saman við hinum løgtingsmanninum fyri Sandoy Eyðuni Viderø, og bygdaráðsformonnunum í oynni, hevur hann sent tinginum aheitan um at byggja nýtt skip.
? Og havi eg góðar vónir um. Tí seinast, vit sóu landsstýrismannin í samferðslumálum á skýggjanum, segði hann, at tað bleiv helst til nýtt skip.
? Men tað er neyðugt, at havnaviðurskiftini er ílagi, tá ið tað nýggja skipið kemur, leggur hann afturat.
Heldur tú ikki onkur fer ilt í r...... av , at brúka meiri pengar uppá skopunar havn?
? Jú, tað ivist eg ikki í. Men vit mugu minnast til, at Sandoyggin var púra einki útbygt frammanundan. Vit búgva á eini trillrundari oyggj, við ongum firðum. Og tað kostar at byggja út. Men tað má gerast, skal fólk liva her.
Linjohn má eisini fáa
Vit spurdu Jógvan Adolf Johannesen um tað var rætt at brúka allar tríggar milliónirnar til tey bæði flakavirkini.
? Ja, tað haldi eg Fiskavirking røkti slett ikki virkini í Sandoynni og tí vóru tey nógv verri forfallin, enn roknað var við. Men nú er ein onnur, forvitnislig ætlan á veg í Skálavík.
Tað er Linjohn Christiansen í Skálavík, sum fer at gera grýtuklárar fiskarættir burturúr fiski, hann ætlar at keypa frá hinum báðum virkjunum. Jógvan Adolf sigur, at hetta er so mikið áhugavert, at tað eigur at stuðlast, ikki minst tí, at henda ætlanin lýkur tvær týðandi fortreytir. Hon økir ikki trýstið á fiskastovnarnar. Og ætlanin er at seta tað í verk, vit hava hava tosað um leingi, grýtuklárar fiskarættir.
Hann sigur sigur, at nú Framtaksgrunnurin aftur fer at virka, ivast hann ikki í, at tað verður í einum heilt øðrum formi, enn higartil.
? Eg haldi, at tað er so sjálvandi, at hann stuðlar eini ætlan, sum hesari. Ber tað ikki til, eiga aðrir útvegir at finnast, tí tað er rætt at stuðla nýskapandi tiltøkum, sigur Jógvan Adolf Johannesen. Higartil eru vit næstan ikki komin longur enn til at ræsa og turka fisk. ? Tí skal eitt tiltak, sum hetta, stuðlast.