fór at bjóða biltryggingar, vaknaði tryggingarrisin á Kongabrúnni í Havn sum við kaldan dreym. Tá stutt tíð var fráliðin kundi tryggingartakarar sanna. at vit nú høvdu fingið tryggingarfeløg, ið settu [...] útgoldið sum plástur á sárið fyri ongan bil at hava, meðan hann var til umvælingar. Nú krevur Tryggingarfelagið, at hesar útreiðslur skulu skjalprógvast. Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagum Føroyar [...] Trygd frá, at teir høvdu brent seg við at bjóða alt ov bíligar tryggingar, og í gjár segði stjórin á Tryggingarfelagum Føroyar við útvarpið, at teir longu tá vistu, at prísirnir, teir bjóðaðu, vóru alt
meðan Arge menninir grótu av gleði, var tjóðin á gosi. Føroyska landsliðið hevði loyst eina ógjørliga uppgávu, og komandi mánaðirnar var talan um eina sanna tjóðarøsing, sum millum annað gav úrslit, tá [...] Torkil Nielsen, Kári Reynheim og Kurt Mørkøre. Venjari var sum kunnugt Páll Guðlaugsson. Harumframt vóru á beinkinum: Kaj Leo Johannesen, Poul Enok Hansen, Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr
fyri okkara dýrasta mentanararvi, tí føroyska dansinum, ein heilt serligan heiður. Hetta varð gjørt á samkomu í Jómsborg leygarkvøldið. Í Jómsborg, sum er dansihølið hjá felagnum, var opið hús hetta kvøldið [...] sum hevur verið fyriskipað. Arnfinnur Bjarkhamar vitsti, at tað var so mangan, at Kristoffur og Sanna, sum kona hansara nevndist, sótu einsamøll í dansisalinum og vónaðu at bara onkur møtti upp hetta [...] Bjarkhamar segði, at allir felagsskapir og stovanr hava brúk fyri slíkum fólki, sum ótroyttiliga halda á, hóast tað sær svart út. ? Tað eru tílík fólk, sum hava bygt hetta samfelagið og tað eru tílík fólk
leikarar í árinum, og eitt nú eru leikarar sum Kristian á Lakjuni og John Ryan givnir av ávum, sum ikki hava nakað at gera við tað, sum fyriferst á vøllinum. - Omaná alt hetta, men kanska samanhangandi við [...] vil eg siga, at leikararnir á liðnum ikki hava verið nóg disciplineraðir. Hetta má eg so eisini taka mín part av ábyrgdini fyri, tí eg havi kanska lagt í so nógva ábyrgd á leikarar, sum ikki hava megnað [...] longu bundi meg til KÍ. Tá tosið fellur inn á framtíðina hjá føroyskum fótbólti, er venjarin ikki heilt so avgjørdur. - Føroyskur fótbóltur hevur upplivað eina sanna kollvelting seinnu árini. Fleiri útlendskir
neyðuga arbeiði. Sum dømi um tað kann nevnast, at eldra systir hansara Sanna giftist við Símuni av Skarði og gjørdist húsmóðir á Føroya Fólkaháskúla, sum var í Føgrulíð barnaárini hjá Massi. Hesi ár vóru [...] ríða Noregs menn/til hildarting?. Men vóru hetta ikki bert tóm orð? Kundi tað koma upp á tal, at føroyingar lótu lív á Hildar tingi sum aðrir Noregs menn? Í 1628 fekk Noreg sín egna her, sum var tann einasti [...] kommandantur á Skansanum, og líka til 1814 var hetta eitt av størvunum í norska herinum, so sum tað stendur skrivað 1813 í Hov- og Statskalendarinum fyri norska og danska ríkið, sum er komin út á hvørjum ári
fundarhøli og skrivstova hjá formanni og skrivara, á loftinum omanfyri løgmann og varaløgmann. Hvørja ferð man kemur har á fund, vassar man millum fólkið á løgmansskrivstovu og uttanlandsdeild. Brævhøvdið [...] ikki til at taka við). Og tað er ikki eiti á biti at seta tenninar í úti í Tinganesi, tí tað eru sanniliga bæði djúptgangandi og háflúgvandi evni, sum verða havd á lofti. Frá fólkinum ? fyri fólkið? Hesir [...] grundlógarnevndini at kunna um og elva til orðaskifti um tey grundleggjandi virði, sum skulu festast á blað sum aðalmál hjá Føroya tjóð. Tað er sera týdningarmikið, at hetta eydnast væl. Tí ein grundlóg
Neyvan hava próstarnir á Nesi ímynda sær, at um aldarskiftið inn í 21 øld fór meira enn 10 % av Føroya fólki at verða savnað undir opnum himli uppi á Svangaskarði, skamt frá har próstagarður teirra lá [...] landið høvdu glett seg til hendan dagin á Svangaskarði, og høvdu óivað í dagavís tikið við í sína kvøldbøn, at Gud mátti gera tað so, at veðrið verður heilt gott á Svangaskarði - og tey børnini sum bóðu [...] eisini bønarsvar henda minniliga dagin á okkara tjóðleikvølli. 1000-ára-nevndin Tað er 1000-ára-nevndin, sum hevur tikið stig til at fyrireika sunnudagsskúlastevnuna á Svangaskarði, og tiltakið er eitt av
Havnardali 20 pláss, Býlingshúsið Vesturi á Flat 20 pláss, Býlingshúsið Undir Fjalli 20 pláss, Dagstovnurin á Argjum 10 pláss, Lítliskógur 10 pláss og Býlingshúsið Inni á Gøtu 60 pláss. Hetta gevur 140 nýggj [...] kommununi at fingið nógv meira á skaftið á hesum økinum, enn nakar hevði torað at droymt um og enn minni væntað fyri fýra árum síðani. Hetta sæst eisini við at sammeta talið á nýggjum plássum við tilmælið [...] leiklut á barnaansingarøkinum her í kommununi upp gjøgnum árini - ikki minst í hesum valskeiðnum - og eg kann vissa tykkum um, at tit róliga kunnu líta á, at hann eisini verður við í fremstu røð á hesum
vandamiklir. Taldist so avgjørt millum teir betru á føroyska liðnum, men tað telur kortini frá, at hann sum verjuskipari ongantíð megnaði at flyta liðið longur niðan á vøllin. Hans Fróði Hansen, Sogndal 14/1 L [...] rundaði hann uppi á miðjuni. Samanumtikið var talan so avgjørt ikki um ein dyst, sum liðskiparin fer at minnast fyri nakað positivt. Johan Byrial Hansen, OB 1/0 Eftir at hava sitið á beinkinum allan dystin [...] merki á dystin. Sum sagt var toftamaðurin størsti føroyski glottin, og tað var týðuligt, at honum hóvaði væl leiklutin í vinstru, har hann varð bakkaður upp av Johan. Uni Arge, ÍA 32/7 Var settur á eina
eins og tann vrakaði kærleikin. Við kønum spæli og vakrari rødd syngur hann sítt ástarkvæði. Tey lýða á, men taka ikki við tí. Men tað álvarsama er, at tað er ikki profetin tey vraka, men tann sum hevur sent [...] sent hann, Gud. Og tað koma tey sjálvi einaferð at heysta fylgjurnar av. Ein dag skuu tey sanna, at profetur hevur verið teirra millum. Tí tann lóg er galdandi í Guds ríki, at Guds orð ljóðar ongantíð