Orsøkirnar til at dysturin var søguligur vórðu fyrst og fremst tvær.
Hin fyrra var givin frammanundan, tí hetta var fyrstu ferð, at Føroyar tóku lut í altjóða kapping. Undan hesum hevði talan bert verið um millumtjóða kapping.
Seinna orsøkin til, at dysturin varð søguligur, er kend av teimum flestu. Meginparturin av fólkinum helt tað vera óðamannaverk at melda til í slíkari kapping, og gitingar sum 10-0 vóru vanligar at hoyra av fólkamunni.
Páll Guðlaugsson og hansara menn vildu tað tó øðrvísi, og so hvørt sum dysturin leið, mundi spenningurin í føroysku stovunum økjast.
Tá Arni Gregersen so skrálaði MÁÁÁÁl! runt um sjónvarptsskýggjarnar, meðan Arge menninir grótu av gleði, var tjóðin á gosi. Føroyska landsliðið hevði loyst eina ógjørliga uppgávu, og komandi mánaðirnar var talan um eina sanna tjóðarøsing, sum millum annað gav úrslit, tá túsundtals føroyingar fóru til Keypmannahavnar at hyggja, tá næsta uppgávan stóð móti donsku dynamitt-dreingjunum.
Teir 11, sum fyri 10 árum síðani framdu bragdið í Landskrona, vóru:
Jens Martin Knudsen, Julian Hansen, Mikkjal Danielsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Jan Dam, Allan Mørkøre, Abraham Hansen, Torkil Nielsen, Kári Reynheim og Kurt Mørkøre. Venjari var sum kunnugt Páll Guðlaugsson.
Harumframt vóru á beinkinum: Kaj Leo Johannesen, Poul Enok Hansen, Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr.