Við slíkum fólkum verður førningin altíð borin víðari

Leygarkvøldið varð Kristoffur Joensen í Vági heiðraður fyri sítt ótroyttiliga arbeiðið fyri at varðveita okkara dýrmætasta mentanararv

 

? Við monnum sum Kristoffur verður førningurin altíð borin víðari.

Við hesum orðunum varð Kristoffur Joensen leygarkvøldið gjørdur til heiðurslim í dansifelagnum Jómsvíkingum í Vági.

Kristoffur fylti 75 mánadagin og hetta høvi brúktu tey í felagnum Jómsvíkingum at vísa ídnasta forsprákaranum í Vági fyri okkara dýrasta mentanararvi, tí føroyska dansinum, ein heilt serligan heiður.

Hetta varð gjørt á samkomu í Jómsborg leygarkvøldið. Í Jómsborg, sum er dansihølið hjá felagnum, var opið hús hetta kvøldið, har útvið 100 fólk vóru samankomin at heiðra hendan undangongumannin í mentanarlívinum í Vági.

Tað er ikki av ongum, at Kristoffur Joensen varð gjørdur til heiðurslim í Jómsvíkingum.

? Í nógv ár vóru Jómsvíkingar Kristoffur. Tað varð sjálvdan sagt, at ?nú tú fór út til Jómsvíkingar at dansa?.

? Nei, sagt varð, at ?tú fór út til Kristoffur at dansa?, segði Arnfinnur Bjarkhamar, tá ið hann handaði honum heiðursbrævið.

Hann segði, at Kristoffur var ein av teimum gomlu, sum hevur hildið felagnum uppi.

? Hann hevur ongantíð slept endanum, hóast tað sá svart út viðhvørt, og hann hevur trúliga møtt upp til alt, sum hevur verið fyriskipað.

Arnfinnur Bjarkhamar vitsti, at tað var so mangan, at Kristoffur og Sanna, sum kona hansara nevndist, sótu einsamøll í dansisalinum og vónaðu at bara onkur møtti upp hetta kvøldið. ? Men trúliga var húsið opið aftur í vikuna eftir.

Arnfinnur Bjarkhamar segði, at allir felagsskapir og stovanr hava brúk fyri slíkum fólki, sum ótroyttiliga halda á, hóast tað sær svart út.

? Tað eru tílík fólk, sum hava bygt hetta samfelagið og tað eru tílík fólk, sum halda feløgum og stovnum uppi.

? Við teimum verður førningurin altíð borin víðari fram á leið.

? Og tá ið hesum førningur verður sleptur einaferð með alla, tá er at vóna, at onkur er at føra hann víðari, haðani hesar hendurnar sleptu.

Hann segði, at tað eru fá, sum duga so nógv kvæði, og so nógvar vísur, sum Kristoffur Joensen.

?Nógv hevur hann óivað lisið sær til. Men eg giti, at hann eisini hevur lurtað væl, tá ið hann sum óviti og unglingi sat norðuri í Sandvík, haðani hann er ættaður, og hoyrdu teir gomlu kvøða og siga frá, segði Arfinnur Bjarkhamar.