Sólbjørg Símunarson og Jonhard Hansen. Klokkan 19 verður gallaveitsla, og tá verður døgurði, felagssangur, sangframførsla við Blátt Gras og Døgg, og tá fer Marjun Lómaklett, prestur, eisini at røða um evnið [...] klokkan 9 við móttøku og heldur siðan fram við morgunmati og livandi tónleiki, og klokkan 10 verður felagssangur. Fyrrapartin verður eisini sangframførsla við Jórun Pólsdóttir, og eftir tað - eisini fyrrapartin [...] verður ein góð máltíð, og tá máltíðin er fingin niður um, verður samvera, gongutúrur, bókaborð, bønarrúm og ymiskt annað. Út á seinnapartin fara harmonikukvinnur at luttaka, og her verða eisini Tripeltrio
meðan hon letur skápshurðar upp og peikar á stakkar av nýggjum reyðum, hvítum og svørtum stakum, føtum og skjularum. - Tey siga at litirnir í ár eru lilla, svart, grátt og hvítt. Vit gera eisini altíð nakað [...] reyðum silkikjóla frá Aberdeen og keyptum hárið úr Onglandi, fortelur Brynhild livandi, meðan hon poserar úti á gólvinum og forklárar um kjólan. Og hóast hon eigur átta ommubørn og eitt langommubarn, er tað [...] starvinum sum prestur, soleiðis at skilja, at tú fylgir familjunum í nærumhvørvinum í lívsins og ársins lá- og hátíðum. Ungi drongurin, sum keypir eina forelskaða rósu. Tá tvey góð koma inn og bíleggja blómur
Amerada Hess og fara longur niður og vita, um tað er har olja goymir seg. Hetta merkir, at tú skal fara heilt burtur frá tí upprunaliga grundarlagnum, útgangsstøðinum, sum var Foinaven og Schiehallion [...] meðan metingar og tulkingar verða gjørdar. Ben Arabo, stjóri hevur sagt, at teir enn tulka og viðgera seinastu seismisku kanningarnar. Fyrr enn tær fyriliggja vil man einki siga um, nær og hvar verður farið [...] ið eru økini norðan og vestan fyri Gullhornið. Hvør endin verður ella nær og hvar talan verður um eina nýggja byrjan fer bert tíðin at vísa. Oljuleiting krevur umframt orku, tol og tíð. Men hetta er so
ganga. Við í ferðini vóru smá 40 fólk, og vóru Jóannes Johannesen úr Dali og Jákup Reinert Hansen, prestur ferðaleiðarar og frásøgufólk. Vit steðgaðu á ymsa staðir og sungu sangir eftir Símun av Skarði, sum [...] verskapsferðir og aðrar eftir fjøllunum. Eisini um hvussu hagin í Dali var skipaður í fýra hagapartar, Uttasti Endi, Botnur, Miðhagi, Syðsthagi og so Skorin. Eisini um hvussu rikið varð og hagin skipaður [...] ðs, er, at har verður rikið niðan og savnað – ella rættari varð rikið niðan og savnað, áðrenn farið varð í rættina – eitt fylgi sær. Men verður hetta minni nýtt nú og skipanin er eisini minni enn fyrr
Eitt eyga sær dalarnar og møguleikarnar, annað eyga sær fjøllini og forðingarnar. Møguliga er veruleikin ikki eins einfaldur, tó tað í almenna kjakinum sýnist rættiliga einfalt og einsíðugt, tá ið litaðu [...] nevndini fyri grunninum, vaksið - og liturin broyttur. Eyguni hava eisini fylgt við, hvussu oyðandi flatskatturin er fyri samfelagið. Hugtøk sum vina- og kenningapolitikkur ella korrupsjón tykjast at klinga [...] at varðveita Landsbankan sum stovn, at eitt skott skal vera millum politikarar og teir stovnar, sum umsita gjaldførið og skuld. Tá ið landsbankastjórin í Kringvarpinum síðani sigur, at hann í tíðini fram
Hanus Hansen, vísti runt á virkinum og segði frá. Aftur her skrúvaði forsætisráðharrin upp fyri »charmuni« og gekk runt og tók í hondina á arbeiðsfólkinum, spurdi og hugdi forvitin at. Heilt ókendur við [...] býráðsformaður, tók í móti og presenteraði býráðslimirnar fyri forsætisráðharranum og frúuni. Eisini vóru teir 17 Sangararnir, sum fríggjadagin tó ikki vóru fullmannaðir, og sungu tveir sangir fyri gestunum [...] skip í farnu øld fór á land, og manningin kom til Viðareiðis, meðan fólk var í kirkju sunnumorgun. Og so átti løgmaður tørn at siga forsætisráðharranum frá, at meðan prestur var á prædikastólinum, skavaðist
leggja seg út í málið, tí hetta er eitt mál ímillum ein tingmann og landsstýrið og ikki eitt mál sum er innanhýsis í tingmanningini. Og harafturat er Finnur Helmsdal ikki longri ein partur av tingmanningini [...] Politikkur Eg má siga, at á ein hátt skilji eg Finn Helmsdal. Heini O. Heinesen er formaður tjóðveldisfloksins á tingi. Og hann vil sum so ikki leggja seg út í stríðið ímillum Finn Helmsdal, sum hevur [...] Viðareiði, tá ið fíggjarlógin skuldi gerast. ? Og eg havi í hvussu so er ikki verið við til at gera nakra avtalu um at avtaka stuðulin til uppihaldspening og ongin hevur spurt meg um mína meining í hesum
Kjartani til æru, at hansara grein er saklig og fólkaliga orðað, og at hann nemur við týðandi spurningar. Av hesi orsøk, og av tí at tey mál, sum kronikkin og svarið sum heild fevna um, ikki bara eru viðkomandi [...] samgonga hevur givið føringum, og Føroya ungdómi, sjálvsvirðing og sjálvsálit aftur. Stigmenning og breidd Skal eg nú royna at lýsa ein høvuðsmun í áskoðan millum undirritaða og leiðsluna á fullveldisskútuni [...] strategiska leið og politiskt stavnhald. Eftir míni hugsan má ein og hvør politisk nýskipan fyri Føroyar grundast á ríkisfelagsskapin og vaksa lívfrøðiliga burtur úr hesum politiska og mentunarliga stórsigri
telur lítla borgarliga og liberala flokkin, Demokratarnir. Nú situr hann og skimast út yvir fjørðin og roynir at savna seg um stóra høpið. Kuupik Kleist, tá tú hyggur út yvir fjørðin og hugsar um framtíðina [...] um tað arkiska og grønlendsk viðurskifti annars. Tað er beinleiðis býtt at útihýsa okkum frá slíkum orðaskifti. Eg hevði tikið føroyskar og grønlendskar topppolitikarar við í kjakið, og latið teir átt [...] Danmark? Og hvussu við amerikanarum og við russum? »Tað tænir okkum best at samstarva beinleiðis. Men vit vilja sera fegin hava danska uttanríkisráðið undir liðini, tí har eru amboð, sum kunnu greina og skriva
ikki, at har var nakað ávíst. Tað vaks fram, meðan arbeitt varð, vit kjakaðust og skiftu orð um innihald og skipan. Og so við og við fekk arbeiðið endaligt snið. ? Hví nýta tit onnur, løgin nøvn heldur enn [...] tungmálmskonsert, í Djónastovu og aðrastaðni. Samanlagt eru eini 60 fólk, ið eru komin inn og farin úr aftur MC-Hár ella hava stuðlað í framførslum okkara. Og tá eru kór, dansarar og onnur roknað uppí. ? Sangurin [...] tóku tað. Fløgan eitur also Framvegis uttan vit. Og tá ið vit hava framførslur, eru vit kanska uttan vit. Eg veit ikki. ? Og kápumyndin, føroyska flaggið og kirkjugarðurin? ? Helst kann merkið, sum nøkur