Politikkur
Eg má siga, at á ein hátt skilji eg Finn Helmsdal.
Heini O. Heinesen er formaður tjóðveldisfloksins á tingi. Og hann vil sum so ikki leggja seg út í stríðið ímillum Finn Helmsdal, sum hevur sitið eina tíð á tingi, og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann.
Ósemjan kom rættiliga fram í ljósið, fríggjadagin, tá ið Finnur Helmsdal ikki vildi atkvøða fyri at avtaka stuðulin til uppihaldspening.
Endin var, at Páll á Reynatúgvu mátti taka uppskotið aftur.
Men var tað ikki ein avtala í samgonguni?
? Tað er møguligt, at tað er ein avtala. Men tað er ein spurningur, hvør varð eftirspurdur, tá ið avtalan varð gjørd.
Heini O. Heinesen sigur, at hetta er ein partur av eini semju, sum landsstýrið gjørt á Viðareiði, tá ið fíggjarlógin skuldi gerast.
? Og eg havi í hvussu so er ikki verið við til at gera nakra avtalu um at avtaka stuðulin til uppihaldspening og ongin hevur spurt meg um mína meining í hesum.
Ivast
Heini O. Heinesen sigur, at hann ivast eisini í, hvussu klókt tað er at leggja eitt uppskot fram um at avtaka stuðulin til uppihaldspening.
?Eg veit ikki, hvussu stór sparing er í tí. Upprunaliga fingu vit at vita, at tað gav 12 milliónir. Men nú hava vit fingið upplýst, at talan er um væl minni enn fimm milliónir, tá ið avtornar.
? Men vit vita eisini, at hetta er eitt ógvuliga umstrítt mál, tí har tað rakar, rakar tað hart. Og tá ið tað gevur so lítið, sum tað í veruleikanum ger, er tað ein spurningur um, hvussu rætt tað er at leggja tað fram.
?Hetta er tað sama hjá samgonguni sum at biðja um trupulleikar og tað er tað ongin orsøk til, serliga tá ið tað hevur so lítið upp á seg sum tað hevur í hesum føri.
? Tí havi eg ein ávísan samhuga við teirri støðu, sum Finnur Helmsdal tók.
Hann heldur ikki, at fólkaflokkurin hevur nakra sum helst orsøk til at leika í um júst hetta málið.
Hann sigur, at málið um uppihaldspening er ikki einasta avtalubrot í samgonguni seinastu dagarnar, so tað er ongin orsøki til at gera hetta til nakað serstakt.
Hann vísir á, at samgongan hevur eisini beint nú samtykt gera umstøðurnar hjá útróðrarflotanum verri.
Fyri at kunna selja ella lata síni fiskirættindi í fremmandum sjógvi okkurt ár, hevur tað verið ein treyt, at bátur hevur fiskað 60% av kvotuni árið frammanundan.
Nú skeyt landsstýrið upp at avtaka regluna.
Men Løgtingið, við hjálp frá samgonguni , gjørdi tað beistaðgerð, at samtykkja, at bara rækjuflotin og uppisjóvarflotin, skuldi sleppa undan 60% markinum, men at útróðrarflotin, sum hevur kvotu undir íslandi, framvegis skal vera bundin at 60% regluni.
Sostatt noyðast útróðrarbátar undir Ísland, hóast tað ikki loysir seg, ella mugu teir heilt selja íslandskvotuna.
Heini O. Heinesen sigur, at hetta er líka grovt avtalubrot, sum okkurt annað, tí landsstýrið hevði skotið upp at útróðrarflotin skuldi vera javntsettur við rækjuskipini og uppisjóvarskipini.
Hann vísir eisini á, at Finnur Helmsdal hevði boðað frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum.
Annars Heldur Heini O. Heinesen, at tingmanningin hjá tjóðveldisflokkinum virkar rættiliga væl, og at hann hevur eina góða tingmannin. Eisini tá ið Finnur Helmsdal hevur sitið á tinginni, tí hann hevði nógv skilagott at føra fram.
Annars vil hann ikki sum so leggja seg út í málið, tí hetta er eitt mál ímillum ein tingmann og landsstýrið og ikki eitt mál sum er innanhýsis í tingmanningini. Og harafturat er Finnur Helmsdal ikki longri ein partur av tingmanningini, tí hann var varamaður fyri Annitu á Fríðriksmørk, sum hevur verið í barnsburðarfarloyvi.