Tað vóru mong sum vóru í fjøllunum 2. hvítusunnudag. Eisini skipaði Sandoyar Kunningarstova fyri vallaraferð úr Dali til Skarvanesar 2. hvítusunnudag. Túrurin byrjaði við gudstænastu í Dals kirkju kl. 12, har Jákupi Reinert Hansen, prestur hevði gudstænastuna.
Eftir gudstænastuna varð boðið kaffi í Eiriksgarði og síðani varð hildið á “fjøllini” – hægsta lendið mundi tó ikki liggja nógv omanfyri 250 m. Ein frálík ferð í góðum veðri eftir gomlu bygdargøtuni til Skarvanesar - løtt at ganga.
Við í ferðini vóru smá 40 fólk, og vóru Jóannes Johannesen úr Dali og Jákup Reinert Hansen, prestur ferðaleiðarar og frásøgufólk. Vit steðgaðu á ymsa staðir og sungu sangir eftir Símun av Skarði, sum prísaðu skaparverkinum, har Jákupi Reinert Hansen eisini hugleiddi um støðini, vit komu framvið.
Jóannes greiddi frá ymsum søgum frá gomlum døgum um vanda- brúðar- verskapsferðir og aðrar eftir fjøllunum. Eisini um hvussu hagin í Dali var skipaður í fýra hagapartar, Uttasti Endi, Botnur, Miðhagi, Syðsthagi og so Skorin. Eisini um hvussu rikið varð og hagin skipaður í fylgir – frá gomlum døgum heilt upp í 23 fylgir, sum hvørt hevði sín savning.
Skarvanes er skipaður í fýra hagapartar:
Innastihagi - 3 fylgir: Klivaseyður 36, Fossdalsseyður 40, ovari Klivaseyður 24
Kirkjubøseyður - 2 fylgir: ovari Kirkjubøseyður 62, niðari Kirkjubøseyður 48
Hamraseyður - 3 fylgir: innari Hamraseyður 45, uttari Hamraseyður 40, Æranar 25
Uttastihagi - 4 fylgir: ovari Gjófellsseyður 40, niðari Gjófellsseyður 36, Líðaseyður 40, Fjallaseyður 40
- Hetta var gamla skipanin, sum er nakað minni nú í flestu førum.
Tað sum undarligt er við rakstri á Sandoynni í mun til norðanfjørðs, er, at har verður rikið niðan og savnað – ella rættari varð rikið niðan og savnað, áðrenn farið varð í rættina – eitt fylgi sær. Men verður hetta minni nýtt nú og skipanin er eisini minni enn fyrr. Fyrr var skipanin t.d. í Miðstovuni 300 seyðir og nú nærri 150. Tá í tíðini hevði man eisini seyðin eina mest fyri ullina – Fanst tú deyðseyð í haganum, átti tann, sum átti oyrini (markið) skinnið, meðan finnarin, krovið.
Vit steðgaðu á av og á og hoyrdu eitt orð, sungu ella bara nutu kvirruna. Komin til Skarvanesar, stóð navnframi, nýbyggjarin á Skarvanesi, Pól Jákup Thomsen fyri okkum við einum ovurstórum og vælsmakkandi súpanarpotti - í heimsflokki, sum gjørdi og smakkaði frágera væl. Tó at vit vóru nærri 40 fólk, sum gjørdu okkara besta, so kláraðu vit ikki at tøma pottin.
Ein frálíkur dagur, ferð, við góðum frásagnum, veðri, sangi og upplivingum.