sum átti at verið tann mánaðin, har flest fólk ferðast og gista á gistingarhúsi og hotelli, als ikki sum í øðrum londum. Tað kemur meiri enn so fyri, at gistingarhús standa hálvtóm í juli og tað tykist vera [...] trupulleiki. Trupulleikin stavar partvís frá, at fløgfør og skip eru fullsett á hásumri og lutvíst frá, at tað ikki er samsvar millum bókingar og veruligar gistingar. Um veturin og várið koma nógvar bókingar og [...] og Ferðasmiðir og ferðaskrivstovur leggja seg á sokallaðar allotments við sølu fyri eyga. Tá tað so er fult bókað, kunnu gistingarhúsini ikki gera annað enn at seta seg afturá og fegnast um, at alt er fullsett
rumbul hevur verið í seinasta valskeiðnum, so heldur Edmund Joensen samanumtikið, at tað ongantíð hevur verið so stór framgongd í Føroyum. Hann vil helst taka fleiri dømi fram um tað. Er tað ikki óheppið [...] óheppið, at tað ikki eydnaðist at avgreiða bankamálið í tínari løgmanstíð? Tað kom av at bankakanningin varð seinkað, og at danir útskrivaðu val. Tað kundu vit einki gera við, sigur Edmund Joensen. Var [...] er long tíð, tá samráðst hevur verið um markið í eini 26 ár. Hvat heldur tú um nýggju samgonguna? Tað er keðiligt t.d, at samgongan skrivar í samgonguskjalið, at tað hevur skund at fáa avgreitt málið
skalt tú fremja broytingar, skortar tað altíð uppá pengar. Og tað er har trupulleikin liggur. Viljin er har, men tá ið tað kemur til at játta pengar, eru teir ikki tøkir. Tað sýnist sum politikarar ikki hava [...] kommunurnar í sambandi við tað, ið er ásett í nýggju fólkaskúlalógini, sigur Signar á Brúnni. Eru fólkaskúlalærararnir nóg búnir at fylgja nýggju fólkaskúlalógini? ? Nei, og tað er júst tað, eg havi ført fram [...] fyri meg sjálvan, havi eg ikki verið nóg búgvin at taka ímóti øllum tí nýggja í lógini, til dømis drama, fjølmiðlar og annað. Spurningurin er, hvørjir lærarar kunnu tað. Tað ræðist eg, at man ikki er fy
hevur verið sagt, at samgonguskjalið er so borgarligt, hvat sigur nýggi fíggjamálaráðharrin til tað? ? Nei, tað haldi eg ikki er nakað at tosa um. Tað er væl møguligt, at tað hevði sæð øðrvísi út um Tjó [...] Men tað er ikki ov nógv sagt, at tað kom rættiliga óvæntað at tað var Karsten Hansen, sum gjørdist nýggjur fíggjarmálaráðharri. Karsten hevur fingist við politikk í nógv ár, men hevur ikki verið serliga [...] ikki eitt rættiliga stórt lop? ? Jú, tað er tað. Hvussu metir tú teg at verða fyri, at fara undir eina so stóra uppgávu? ? Eg meti meg at verða væl fyri. Nú er tað so, at í Fíggjarmálastýrinum er ein rúgva
boðini haðani eru, at teir hava tað gott. Tann fyrsti varð útskrivaður í gjár. Fabrikatiónsfeilur John Eli Olsen sigur, at hetta tíbetur er fyrstu ferð, at teir hava verið úti fyri einum slíkum óhappi. Hann [...] teir eru komnir til er, at tað var ein fabrikatiónsfeilur. ? Nú hava vit sent boð eftir eykalutum úr Danmark, sigur hann. Hvønn heldur tú so tú fært inn at kanna næstu ferð? ? Tað verður ongin trupulleiki [...] Tað fór ein hvøllur brestur um Skála bygd tíðliga seinnapartin hósdagin. Tríggir mans frá El-Service vóru í holt við at kanna eldsløkkiskipanina umborð á Enniberg tá ein ventilur brádliga fór og skipanin
fiskivinnutjóð. Tað vórðu ikki og verða aldri tey serligu (tey útvaldu), sum ikki vistu sær annað enn at ganga á donskum universitetum í besta aldri, sum koma at bera ætlaðu loysingina. Tað verða vit løgmaður [...] Allar heimsins skúlabøkur kunnu ikki og gera tað heldur ikki, umbera ein almennan bygnað í eini fiskivinnutjóð, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini. Tað kann ikki verða rætt, at vit skulu hava nærum [...] Anfinn Kallsberg! Tygum og serliga persónurin Anfinn Kallsberg kann gjøgnumføra í verki, tað sum higartil hevur ligið í túninum og meira ella minni svansa til av donskum lógarkompleksum, sum onki hava
Tað var soleiðis, at annaðhvørt ár varð farið til Hetlands og teir komu at vitja hjá okkum. Hetta hevur verið ein afturvendandi hending líka síðan T.B. fyrstu ferð í august 1956 var sína fyrstu ferð har [...] ferð T.B.s í 1956 og hetta sambandið hevur so verið hildið við líka við, at feløgini við sínum fótbóltsliðum vitjaðu hvønn annan, og uttan iva hevði hetta verið hildið fram, men broytingar í ferðasambandinum [...] binda saman aftur tað, sum var slitið. Um áhugi verður fyri hesum er ætlanin at skipa fyri einari ferð til Hetland til heystar, soleiðis at vinabondini aftur verða bundin saman. Tað er ætlanin at fáa øll
nn flest allir tíðir verið, men at selja seg til fólkafloksmammon og tveita tað sindrið av sosiala og demokratiska stevnumiði av »brúnni í bakborð« fyri tjóðveldishugsjónini, tað var skelkandi. Man kundi [...] sambandið alt fyri eitt, tí tað lovaði hann á valfundunum har vesturi, annars sleit hann samgonguna. Tað atkvøða sosialistarnir í øllum førum fyri, um tað ikki bara er ein »grunnur« fyri at bjarga eini [...] siga, at tað var gott, at ongin sosialistur var endaður úti í landsstýrinum. Eg hopi bara, at systkinabarnið hevur ein klausul í samgonguskjalinum, sum vit ikki hava sæð enn, sum lovar okkum tað fasta sambandið
vænar ikki, at tað verður í bræði. Tað er helst meirluti í samgonguni fyri at avtaka fólkatingssessirnar, og tað hevur eisini staðið í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum í nógv ár. Tað er eisini rímiligt [...] hava fingið at vita, at tað tekur tíð við slíkari broyting. Men at proklamera sjálvstýri við at avtaka fólkatingsessirnar, ger einki sjálvstýri, sigur Óli breckmann. Hann heldur tað vera fjákut at tosa um [...] leingi sum stuðul verður veittur okkum úr Danmark, verða nakrar danskar lógir galdandi í Føroyum. Tað,sum nú skal henda, er, at vit í hesum valskeiðnum fáa nýggja sjálvstýrislóg, og í henni verður staðfest
til komandi løgtingsval? Eg veit ikki, hvør niðurstøðan verður. Men tað er rætt, at tað hevur verið nevnt. Sjálvur haldi eg, at tað er ein spurningur, hvat vit skulu stilla upp til, táið vit onga sum [...] Tí heldur hann, at tað var skeivt at útihýsa fjórðstørsta valdøminum og tað valevnið sum fekk sættflestar atkvøður á fólkaflokslistunum kring alt landið. Hann sigur, at tað hevur verið vanligt at býta l [...] upp í Fólkaflokkinum eftir at tað gjørdust greitt, hvør skuldu manna landsstýrisessirnar hjá flokkinum í hesi samgonguni. Málið er so álvarsligt, at tað kann væl henda, at tað fær avleiðingar fyri flokkin