hetta til fríggjadagin, við Manchester City úti um seg, eins og Liverpool, Tottenham, Swansea, Southampton Queens Park Rangers, Stoke City og Fulham øll áhugað í fleiri keypum. [...] Flytingargluggin er opin fram til á miðnátt fríggjadagin, og nú Sky Sports hevur gjørt upp, hvussu nógv liðini higartil hava brúkt upp á nýggjar leikarar, liggur Chelsea klárt á odda. Listin hjá Sky Sports [...] £M Chelsea 79.5 Manch. Utd. 42.9 Arsenal 38.9 Liverpool 28.3 Sunderland 24.0 Tottenham 23.7 West Ham 20.25 Manch. City 12.0 Swansea City 11.0 Everton 10.5 Southampton 09.8 Aston Villa 08.5 Wigan 07.7 Newcastle
Hagstovan hevur gjørt fólkatalið upp og á heimasíðuni stendur, at tann 31. august búðu 48.576 fólk í Føroyum. Fyrstu átta mánaðirnar í ár minkaði fólkatalið 20 fólk. Sama tíðarskeið í fjør var minkingin [...] fleiri vórðu fødd samanborið við í fjør, meðan 54 færri doyðu. Hinvegin fluttu 66 fólk færri av landinum og 39 fleiri fluttu til Føroya. Orsøkin til, at at fólkatalið ikki er minkað líka nógv fyrstu átta mánaðirnar [...] ár, sum tað gjørdi somu mánaðirnar í fjør, er í høvðusheitum tann, at færri fólk fluttu av landinum og færri fólk doyðu. Annars vísir talvan, at tað var bara í Sandoy, at burðaravlopið var negativt fyrstu
sigur, at hóast landið er størsti partur av tí almenna, er luturin hjá kommununum veksandi og verður eldraøkið og fólkaskúlin lagt undirt kommunurnar, verða tær næstan líka stórar sum landið. - Verður hugt [...] almennar tænastur innan eldraøki og fólkaskúlan til kommunurnar at umsita. Verður 2008 nýtt sum dømi, merkir hetta, at virðisøkingin hjá landinum fer at minka 550 milliónir krónur og at virðisøkingin hjá kommunum [...] hugt eftir virðisøkingini frá 1998 til 2008, sæst at íkastið frá tí almenna er farið úr 20% upp til 25%. Hetta merkir við øðrum orðum at ein fjórðingur av landsins virksemi nú er framleitt av tí almenna
Argjabátinum og Kvívíkingi verður FM vinnari. Um metast skal út frá úrslitinum í dag í góðveðrinum í Sørvági, so er tað Argjabáturin, sum er favorittur. Fríggjarin var leingi fremstur, og tað sá út til [...] datt Árnfirðingur aftur av, og kom á mál meiri enn eina bátslongd aftanfyri Kvívíking. Knørrur vann kappingina við Ørv um at sleppa undan aftasta plássinum. 1 Argjabáturin 07:06.20 2 Fríggjarin 07:07.08 3 [...] til, at Fríggjarin ætlaði sær at vinna. Men tað vildu argjamenn ikki. Argjabáturin legði seg á odda, og Argjabáturin var ein lítlan hálvan skut frammanfyri Fríggjaran, sum vann við einum skuti á Kvívíkingi
blálongu, brosmu og hýsu. Tað er sjáldan, at nøgdirnar av toski 1 eru tær størstu, men tað vóru tær á marknaðinum í dag. 11,4 tons vóru nevniliga av toski 1, sum fekk miðalprísin 20,64 krónur fyri kilo [...] tons vóru av blálongu, og her var miðalprísurin 8,46 krónur fyri kilo. Umleið 24 tons vóru av brosmu, mest av brosmu 3, sum fekk miðalprísin 8,40. Umleið 18 tons vórðu seld av hýsu, og her var mest av hýsu [...] hýsu 2, sum fekk miðalprísin 12,18 krónur fyri kilo. Mest sum eingin havtaska var á marknaðinum í dag, og tað er orsøkin til, at samanlagdi miðalprísurin bert var 12,66 krónur fyri kilo. Leggjast kann aftrat
heimaliðið var við yvirlutan, so var einki mál komið og Swansea hevði bóltin eins nógv og heimaliðið. Í seinna hálvleiki komu aðrir bollar í suppuna og Manchester City vísti stórspæl. Fyrst legði Edin Dzeko [...] dómarin hevði lagt afturat, smekkaði Sergio Aguero til útifrá og staðfesti sigurin. Manchester City Swansea 3-0 (0-0) 1-0 Edin Dzeko, 57 2-0 Sergio Aguero, 60 3-0 David Silva, 71 4-0 Sergio Aguero, 90+1
heldur rimmarfast við annað plássið í Betrideildini, og nú manglar lítið í, at liðið úr Eysturkommunu hevur tryggjað sær eina endastøðu í topp 3, og harvið evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Víkingur [...] hjá toftamonnum. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen og FM1 gjørdu við Gunnar Vatnhamar og Øssur Hansen. [...] við einari 3-0 leiðslu í steðginum. Víkingur - B68 3-1 (3-0) Noah Mneney 1-0 (9.) Andreas Lava Olsen 2-0 (35.) Jákup Johansen 3-0 (40.) Andri Benjaminsen 3-1 (60.) - Vit høvdu tamarhald á støðuni, heldur
langtíðar skaddur, og norski miðvallarin Marius Hagen er framvegis skaddur. Tá ið 07 Vestur var í Gundadali og spældi ímóti HB fyrsta mai, var úrslitið 2-2, eftir at HB var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik [...] hálvleiki, og hann er ikki á listanum í dag. Síðsta sunnudag, tá ið HB var partur av 1-1 á Skála, sá Heðin Hansen gula kortið fyri fjórðu ferð. Tí er hann leikbannaður í dag. Dan í Soylu og Pætur J. Petersen
Sandagerði, og drápið gekk væl, tí grindin gjørdi landgongd. Tað er nógv fólk í Sandagerði í góðveðrinum í kvøld. Klokkan var farin av hálvgumsjey, tá ið B68 ferðalagið, sum hevði verið í Hvalba og spælt fótbólt [...] fraktað toftamenn suður á Hvalba og nú var á veg norðuraftur, greiddi in.fo frá, at teir í dýrdarveðrinum vóru einsamallir hjá grindini, sum lá nakað suður úr Borðini. Klokkan 20.05 var fyrsti bátur hjá grindini [...] bátinum. Tá var grindin ein lítlan fjórðing suður úr Kirkjubønesi. Síðani komu fleiri bátar aftrat, og klokkan hálvgumníggju var drápið liðugt. Sum vit skilja tað, so er talan um ikki serliga stóra grind
er bókin »Úrmælingur í 20. øld - Óla Jákup millum Garðarnar«, sum Líggjas í Bø hevur skrivað, ið verður løgd fram og ummæld av Jóannes Hansen. Nógvar áhugaverdar myndir og eisini tekningar [...] hevði umrøður av Óla Jákupi, eru við í bókini. Eisini eru áhugaverdar lýsingar av hesum framfýsna og eldhugaða manni, sum hevði so nógv uppá hjarta. Tað sigst, at um Rukkulakkin okkurt árið ikki [...] við bókina Felagssangur Aftaná verður boðin ein kaffimunnur, har eisini ber til at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.