Argjamenn hava lagt seg út í FM kappingina

Tað er so spennandi í hesi kappingini, sum tað ber til at vera. Tann, sum á Ólavsøku verður fremri av Argjabátinum og Kvívíkingi verður FM vinnari.

Um metast skal út frá úrslitinum í dag í góðveðrinum í Sørvági, so er tað Argjabáturin, sum er favorittur.

Fríggjarin var leingi fremstur, og tað sá út til, at Fríggjarin ætlaði sær at vinna. Men tað vildu argjamenn ikki.

Argjabáturin legði seg á odda, og Argjabáturin var ein lítlan hálvan skut frammanfyri Fríggjaran, sum vann við einum skuti á Kvívíkingi.

Aftur í dag var Árnfirðingur leingi við, men enn eina ferð datt Árnfirðingur aftur av, og kom á mál meiri enn eina bátslongd aftanfyri Kvívíking.

Knørrur vann kappingina við Ørv um at sleppa undan aftasta plássinum.

 

1 Argjabáturin 07:06.20

2 Fríggjarin 07:07.08

3 Kvívíkingur 07:08.00

4 Árnfirðingur 07:12.23

5 Knørrur 07:24.19

6 Ørvur 07:30.09

 

Støðan

1 Kvívíkingur 38

2 Argjabáturin 37

3 Fríggjarin 31

4 Árnfirðingur 26

5 Knørrur 15

6 Ørvur 15