Síðan 1998 er tað almenna vorðið ein størri partur av føroyska búskapinum. Hetta vísir ein frágreiðing, sum Hagstovan gjørdi nakað síðani.
Hagstovan sigur, at hóast landið er størsti partur av tí almenna, er luturin hjá kommununum veksandi og verður eldraøkið og fólkaskúlin lagt undirt kommunurnar, verða tær næstan líka stórar sum landið.
- Verður hugt eftir virðisøkingini frá 1998 til 2008, sæst at íkastið frá tí almenna er farið úr 20% upp til 25%.
Hetta merkir við øðrum orðum at ein fjórðingur av landsins virksemi nú er framleitt av tí almenna, sigur Hagstovan.
Fyri landið er virðisøkingin vaksin úr 16,5% í 1998 upp í 18,5% í 2008. Í sama tíðarskeiði er virðisøkingin hjá kommununum farin úr smáum 4% upp í góð 6%.
Seinastu tíðina hevur verði arbeitt við einum kommunureformi, har tað verður umhugsað at flyta almennar tænastur innan eldraøki og fólkaskúlan til kommunurnar at umsita.
Verður 2008 nýtt sum dømi, merkir hetta, at virðisøkingin hjá landinum fer at minka 550 milliónir krónur og at virðisøkingin hjá kommunum veksur tilsvarandi.











