Besti toskurin fekk 20,64 fyri kilo

Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans góð 110 tons av fiski fyri slakar 1,4 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 12,66 krónur fyri kilo.

Á marknaðinum í dag var mest av toski, blálongu, brosmu og hýsu.

Tað er sjáldan, at nøgdirnar av toski 1 eru tær størstu, men tað vóru tær á marknaðinum í dag. 11,4 tons vóru nevniliga av toski 1, sum fekk miðalprísin 20,64 krónur fyri kilo. Næst besti toskurin fekk miðalprísin 19,85.

Stívliga 27 tons vóru av blálongu, og her var miðalprísurin 8,46 krónur fyri kilo. Umleið 24 tons vóru av brosmu, mest av brosmu 3, sum fekk miðalprísin 8,40.

Umleið 18 tons vórðu seld av hýsu, og her var mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 12,18 krónur fyri kilo.

Mest sum eingin havtaska var á marknaðinum í dag, og tað er orsøkin til, at samanlagdi miðalprísurin bert var 12,66 krónur fyri kilo.

Leggjast kann aftrat, at 2,7 tons vóru av svartkalva, sum fekk miðalprísin 28,07 krónur fyri kilo.