Sergio Aguero sparkaði Manchester City í gongd

Manchester City kom væl frá byrjan í Premier League, tá teir í kvøld vunu greiðan sigur á uppflytarinum Swansea. Millum málskorarnar var Sergio “Kun” Aguero, ið spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester City. Hann skoraði tvey mál.

 

Tá bríkslað varð fyri hálvleiki var fjáltur komin á áskoðararnar á Etihad leikvøllinum í Manchester. Hóast heimaliðið var við yvirlutan, so var einki mál komið og Swansea hevði bóltin eins nógv og heimaliðið.

 

Í seinna hálvleiki komu aðrir bollar í suppuna og Manchester City vísti stórspæl. Fyrst legði Edin Dzeko teir ljósabláu á odda eftir uppspæl úr høgru. Tá ein tími var spældur bleiv Sergio Aguero skiftur inn á fyrsta sinni. Átta minuttir seinni skoraði hann sítt fyrsta mál fyri felagið

 

Tríggjar minuttir seinni legði sami Sergio Aguero bóltin fyri føturnar á David Silva, ið økti til 3-0. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, smekkaði Sergio Aguero til útifrá og staðfesti sigurin.

 

Manchester City – Swansea 3-0 (0-0)

1-0 Edin Dzeko, 57

2-0 Sergio Aguero, 60

3-0 David Silva, 71

4-0 Sergio Aguero, 90+1