Flytingargluggin er opin fram til á miðnátt fríggjadagin, og nú Sky Sports hevur gjørt upp, hvussu nógv liðini higartil hava brúkt upp á nýggjar leikarar, liggur Chelsea klárt á odda.
Listin hjá Sky Sports sær soleiðis úr:
Lið £M
Chelsea 79.5
Manch. Utd. 42.9
Arsenal 38.9
Liverpool 28.3
Sunderland 24.0
Tottenham 23.7
West Ham 20.25
Manch. City 12.0
Swansea City 11.0
Everton 10.5
Southampton 09.8
Aston Villa 08.5
Wigan 07.7
Newcastle 07.4
Norwich 07.35
Queens P. Rangers 06.5
Reading 04.5
West Brom 03.0
Stoke City 02.5
Fulham 00.0
Dýrastu innkeypini eigur Chelsea, sum gav 32 milliónir pund fyri Eden Hazard (myndin) og 25 milliónir pund fyri Oscar. Nummar trý á listanum er Robin van Persie, sum Manchester United gav 24 milliónir pund fyri.
Roknast kann við fleiri handlum aftrat hetta til fríggjadagin, við Manchester City úti um seg, eins og Liverpool, Tottenham, Swansea, Southampton Queens Park Rangers, Stoke City og Fulham øll áhugað í fleiri keypum.