vikuna, at teir fimm menninir í kavbátinum bert høvdu ilt eftir til umleið middags hósdagin, um teir annars vóru á lívi. Men, tað vóru teir eftir øllum at døma ikki. Tað var ikki nógvar tímar eftir, at kavbáturin [...] orðið "innspreinging". Tað merkir, at kavbáturin hevur verið fyri einari spreinging, sum gekk inneftir og við tað, at trýstið á so stórum dýpi er so øgiligt, merkr tað, at kavbáturin er kroystur og sprongdur [...] um, at vrakpettini, sum eru funnin á havsins botni í dag, eru av kavbátinum Titan. Tað, sum hóast alt kann brúkast sum ein lítil uggi í syrgiligu vanlukkuni, er, at teir fimm menninir eftir øllum at døma
løgum at gjalda miðlum fyri loyvi at leggja pláss til teirra tíðindi. Uppskotið til lóggávuna kom eftir klagur frá kanadisku miðlunum, sum vilja hava strangari regulering av tøknifeløgum fyri at forða [...] felagið, sum eigur Instagram og Facebook, fer at steðga atgongdini til tíðindi á teimum báðum sosialu miðlunum í Kanada vegna eina nýggja lóg. – Í dag vátta vit, at tíðindaatgongdin steðgar á Facebook og Instagram [...] stórt vald á marknaðinum fyri lýsingar á internetinum. Facebook hevur í fleiri vikur ávarað um, at tiltakið um at útiloka tíðindum var einast vegur, um lógin varð samtykt. /ritzau/Reuters
At ein kjarnorkurikin kavbátur nú skal koma til kai í Føroyum, er nakað heilt nýtt, sum ikki er hent áður. Tað er USA, sum hevur vent sær til avvarðandi myndugleikarnar við fyrispurningi um at koma at [...] sagt ja til tað? – Vit síggja ikki stóran mun á, at teir skifa manning á fjørinum, ella um teir koma at kai, sigur Høgni Hoydal og vísir á aðrar orsøkir til at ganga amerikanska ynskinum á møti, sigur lan [...] aftrat? – Tí hetta er fyrstu ferð, at ein kavbátur kemur í havn. Vil tað so eisini siga, at hetta ikki er síðstu ferð? – Tað vita vit ikki. Nú fokusera vit upp á at byggja upp okkara samstarv við NATO
hesa ferð verður øðrvísi - tí nú fer kavbáturin at leggja at kai. Talan er sostatt um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn. Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum mánadagin. Hví tað verður [...] vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. – Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt [...] sum áður hevur verið í Føroyum. Kavbátarnir, sum higartil hava verið í Føroyum, hava ongantíð lagt at bryggju - eitt nú USS John Warner og USS Georgia, sum er av stóra Ohio-klassanum. Í staðin hava teir
A. Klettskarð verður skaddur og eftir at fáa at vita, hvørjar vánirnar eru fyri, at toppskjúttin hjá KÍ og í føroysku landskappingini verður við, tá ið KÍ fer at royna seg í Europa. Páll A. Klettskarð [...] verður burtur, fer tað at snúgva seg um venjing, og tá fæst at síggja, hvussu long tíð tað verður, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt. Tað tykist tó vera greitt, at Páll ikki verður tøkur [...] fyrstu dagarnar varð møguleikin nevndur, at tað var neyðugt við skurðviðgerð. Um hann hevði verið skurðviðgjørdur, so høvdu vánirnar ikki verið serliga góðar fyri at síggja Páll aftur næstu mánaðirnar. Páll
Skaðanevndin í Kanada sigur, at tey hava sett í verk eina kanning av kavbátavanlukkuni, sum kostaði fimm fólkum lívið. Talan er um nógv umrødda kavbátin Titan, sum gjørdi túrar niður á vrakið av Titanic [...] . Skaðanevndin vísir til myndugleikan, ið Kanada hevur sum flaggstatur í hesum sambandi. Tey siga, at trygdin kring hetta fyritakssemi og kavingin við Titan, sum endaði í einari vanlukku, skal kannast
sigur hann umleið klokkan 18:30 okkara tíð, at Wagner hermenn nú eru umleið 200 kilometrar frá Moskva. Tað er tó ikki váttað frá aðrar síðu. Deildirnar fara nú at flyta seg mótsættan veg og venda aftur til [...] Leiðarin av privata herinum Wagner bólinum, Jevgenij Prigozjin, er gingin við til at steðga ferðini móti Moskva og niður lættir stigvíst støðuna. Tað sigur forsetaskrivstovan í Hvítarusslandi í kvøld. [...] til støðir sínar, sigur Wagner-leiðarin sambært BBC. Tað verður gjørt, fyri at blóð ikki skal flóta, sigur hann víðari. – Tey vildu upploysa Wagner. Vit fór á »Ferð okkara fyri Rættvísi« tann 23. juni.
Champions League fótbólt. Nú ætlar felagið at leggja afturat í royndini at kappast við Manchester City. Bretskir miðlar sum Sky Sports skriva, at Arsenal fer at keypa 24 ára gamla Kai Havertz frá grannunum [...] Prísurin liggur um 560 milliónir krónur. Søgan sigur, at næstan alt er upp á pláss og tað finnast myndir av Kai Havetz í Arsenal-troyggjuni, men tað er ilt at siga tær eru falskar. Chelsea keypti Kai Havertz
uppgávu at loysa, um tað skal eydnast hansara monnum at svara aftur og vinna seg í finaluna. Sigfríður kann vísa sínum monnum á, hvussu stóran týdning hugburður og stríðsvilji hava, og at tað ber til at broyta [...] ikki so fokuseraðir, sum mótstøðumenninir vóru, og tað bar við sær, at teir ofta vóru ov seinir í nædystunum, og at tað var sjáldan, at teir spældu seg í góðar støður. Eftir innlegg úr vinstru ofraði miðverjin [...] hugburði, arbeiðssemi og nærlagni, at B68 spælararnir vóru sum hamskiftir. Teir runnu sólina svarta, teir vóru skjótari enn mótstøðumenninir, og so eydnaðist teimum at fáa mál úr støðum, har teir fyrr í
sjónarmiði. Og at tryggja, at einki verður gjørt uttan um landsstýrið: - Okkara lutur hevur verið at tryggja, at einki verður gjørt uttan um føroyskar myndugleikar. Og at landsstýrið aktivt er við at avgera, [...] eisini fer at fevna um Føroyar og Grønland. Í tí sambandi hava føroysku fólkatingsumboðini eisini havt nógvar fundir við serfrøðingar á økinum. Sjúrður Skaale sigur, at endamálið hevur verið at savnað inn [...] verða avgerandi fyri, hvussu trygdin í okkara øki sær út. Og Sjúrður Skaale sigur, at tað er fullkomiliga grundleggjandi, at stjórninar í Danmark, Føroyum og Grønlandi hava funnið eitt felags grundarlag, sum