Leiðarin av privata herinum Wagner bólinum, Jevgenij Prigozjin, er gingin við til at steðga ferðini móti Moskva og niður lættir stigvíst støðuna.
Tað sigur forsetaskrivstovan í Hvítarusslandi í kvøld.
Tað váttar Prigozjin eisini sjálvur í boðum á Telegram.
Har sigur hann umleið klokkan 18:30 okkara tíð, at Wagner hermenn nú eru umleið 200 kilometrar frá Moskva.
Tað er tó ikki váttað frá aðrar síðu.
Deildirnar fara nú at flyta seg mótsættan veg og venda aftur til støðir sínar, sigur Wagner-leiðarin sambært BBC.
Tað verður gjørt, fyri at blóð ikki skal flóta, sigur hann víðari.
– Tey vildu upploysa Wagner. Vit fór á »Ferð okkara fyri Rættvísi« tann 23. juni. Upp á ein dag náddu vit eini støðu góðar 200 kilometrar úr Moskva. Eingin dropi av blóði hevur flotið. Men løtan, har blóð kann flóta, er komin.
– Vit skilja, at russiskt blóð kann flóta á aðrari síðuni, og venda tí herfólki okkara við og fara aftur til støðirnar sambært ætlanini, sigur Prigozjin í ljóðboðunum sambært fleiri miðlum.
Leiðarin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, hevur tosað við Prigozjin og meklað í álvarsligu ósemjuni. Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.
Eitt uppskot um avtalu er lagt fram, sum vil tryggja Wagner hermonnum trygd, boðar forsetaskrivstovan í Hvítarusslandi frá.
Tað er eftir øllum at døma gjørt eftir avtalu við Vladimir Putin, forseta Russlands.
Vápnaðar deildir av hermonnum úr Wagner bólkinum fóru í dag úr suðurrussiska býnum Rostov við kós ímóti russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Ósemjan var av álvara í hæddini, tá Prigozjin í gjár legði russisku verjuna undir at hava bumbað støðir hjá Wagner bólkinum í Ukraina, har tey stríðast lið um lið.
/ritzau/Reuters