Meta, sum er felagið, sum eigur Instagram og Facebook, fer at steðga atgongdini til tíðindi á teimum báðum sosialu miðlunum í Kanada vegna eina nýggja lóg.
– Í dag vátta vit, at tíðindaatgongdin steðgar á Facebook og Instagram fyri allar brúkarar í Kanada, vóru boðini frá Meta í gjár.
Tí í gjár samtykt kanadiska tjóðartingið lógina, sum áleggur internetfeløgum at gjalda miðlum fyri loyvi at leggja pláss til teirra tíðindi.
Uppskotið til lóggávuna kom eftir klagur frá kanadisku miðlunum, sum vilja hava strangari regulering av tøknifeløgum fyri at forða teimum í hava so stórt vald á marknaðinum fyri lýsingar á internetinum.
Facebook hevur í fleiri vikur ávarað um, at tiltakið um at útiloka tíðindum var einast vegur, um lógin varð samtykt.
/ritzau/Reuters