Skaðanevndin í Kanada sigur, at tey hava sett í verk eina kanning av kavbátavanlukkuni, sum kostaði fimm fólkum lívið.
Talan er um nógv umrødda kavbátin Titan, sum gjørdi túrar niður á vrakið av Titanic við ferðafólki.
Móðurskipið, sum hevði kavbátin umborð og sum setti hann út, Polar Prince, er skrásett í Kanada.
Fyritøkan, sum stóð fyri virkseminum, er OceanGate Expeditions. Stovnarin læt sjálvur lív í vanlukkuni.
Skaðanevndin vísir til myndugleikan, ið Kanada hevur sum flaggstatur í hesum sambandi.
Tey siga, at trygdin kring hetta fyritakssemi og kavingin við Titan, sum endaði í einari vanlukku, skal kannast.
Kanningarfólk hjá Skaðanevndini eru send til St. John's í Ný Foundlandi, har móðurskipið byrjaði sína ferð.
Her skulu upplýsingar savnast og avhoyringar gerast, eins og Skaðanevndin skal meta um vanlukkuligu hendingina.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Kanada í kvøld.
##med2##