Einki bendir á at teir píndust til deyðis

Eitt orð, sum hevur verið nógv at sæð í kvøld, er orðið "implosion", sum merkir innspreinging, og tað er hetta, sum serfrøðingar meta gjørdi enda á kavbátinum og tess manning.

Á tíðindafundi hjá amerikansku bjargingartænastuni fyrr í kvøld gjørdist greitt, at vraklutir, sum eru funnir á botninum nærindis vrakinum av Titanic, eru frá kavbátinum, sum sporleyst hvarv í dýpinum sunnudagin.

 

Stórt leitingarátak hevur verið eftir kavbátinum nakrar hundrað fjórðingar í ein landsynning úr Ný Foundlandi, og sagt hevur verið alla hesa vikuna, at teir fimm menninir í kavbátinum bert høvdu ilt eftir til umleið middags hósdagin, um teir annars vóru á lívi.

 

Men, tað vóru teir eftir øllum at døma ikki.

 

Tað var ikki nógvar tímar eftir, at kavbáturin var byrjaður sína ferð niður í 3.800 metrar dýpið, har vrakið av Titanic liggur, at móðurskipið misti sambandið við kavbátin. Síðan var einki samband aftur yvirhøvur.

 

Í dag hevur leitingin givið úrslit, men tíverri var hetta ikki tað úrslit, sum vónað hevur verið. Skuldu menninir finnast aftur á lívi, nú tíðin gjørdist so long, var helst einasti møguleiki, at kavbáturin var flotnaður onkustaðni á havinum.

 

Men, so var ikki.

 

Eitt orð, sum hevur verið nógv at sæð í kvøld, er orðið "implosion", og tað er hetta, sum serfrøðingar meta hevur gjørt enda á kavbátinum og tess manning. Umsett til føroyskt, merkir orðið "innspreinging".

 

Tað merkir, at kavbáturin hevur verið fyri einari spreinging, sum gekk inneftir og við tað, at trýstið á so stórum dýpi er so øgiligt, merkr tað, at kavbáturin er kroystur og sprongdur inneftir, sum tað verður sagt.

 

Eingin ivi er longur um, at vrakpettini, sum eru funnin á havsins botni í dag, eru av kavbátinum Titan. 

 

Tað, sum hóast alt kann brúkast sum ein lítil uggi í syrgiligu vanlukkuni, er, at teir fimm menninir eftir øllum at døma ikki hava verið fyri nakrari likamligari líðing, tí tá slíkt hendir, og trýstið er so ógvusligt, er deyðin vísur eftir ongari løtu.

 

Wall Street Journal veit í dag at siga, at tað eru longu nakrir dagar síðan, at amerikanska marinan helt seg hava staðfest ljóðið av einari innspreinging - ella einari "implosion" - í havøkinum, har vrakpettini seinni eru funnin.

 

Hetta var stutta tíð eftir, at móðurskipið hevði mist sambandið við kavbátin.

 

Ljóðupptøkurnar, sum marinan hevur, eru frá krógvaðum undirvatnsmikrofonum, og tær verða brúktar í royndini av finna út av, um fíggindasinnaðir kavbátar eru í amerikanskum sjógvi.

 

##med2##

 

Teir fimm menninir, sum vóru í kavbátinum, vóru bretski ríkmaðurin og ævintýrarin, 58 ára gamli, Hamish Harding, feðgarnir úr Pakistan, 48 ára gamli ríkmaðurin, Shahzada Dawood og sonur hansara, 19 ára gamli, Sulaiman Dawood.

 

Síðan var tað 73 ára gamli, Paul-Henry Nargeolet, ið var fransmaður, ævintýrari, granskari og kavari - og at enda 68 ára gamli, Stockton Rushsum, sum var stjóri og stovnari av fyritøkuni, OceanGate Expeditions, sum stóð fyri ferðini niður í dýpið.