Mánadagin kemur eitt kjarnorkurikið far hjá amerikanska flotanum á vitjan í Føroyum.
Hetta frætta vit frá Uttanríkismálaráðnum í dag.
Júst hvat kjarnorkurikið far talan er um, verður ikki sagt nakað um. Men sum in.fo skilir frá fleiri álítandi keldum, er talan um ein kavbát - ein stóran kavbát av sama klassa, sum áður hevur verið í Føroyum.
Kavbátarnir, sum higartil hava verið í Føroyum, hava ongantíð lagt at bryggju - eitt nú USS John Warner og USS Georgia, sum er av stóra Ohio-klassanum. Í staðin hava teir ligið í fjørðunum, og so hava smærri bátar siglt millum kavbátin og land, tá teir til dømis hava gjørt manningaskifti.
Men hesa ferð verður øðrvísi - tí nú fer kavbáturin at leggja at kai. Talan er sostatt um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn.
Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum mánadagin. Hví tað verður júst á Oyrareingjum, vita vit ikki enn, og havnameistarin í Tórshavnar Havn fær ikki sagt nakað um tað, tá vit spyrja.
Farið hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum.
– Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd í sambandi við avgerðina um at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.
Í sambandi við vitjanina kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini til Føroya.
Sum skilst verður partur av politisku skipanini bjóðaður umborð á kavbátin.
Kavbáturin fer avstað aftur hósdagin.
LES EISINI: Hoydal um kavbátavitjan: – Tað er skilagott at siga ja við USA