B68 var ikki til at kenna aftur

Við fínum avriki og trivaligum sigri tóku toftamenn í Hólmanum á Eiði í kvøld stórt stig ímóti steypafinaluni

Í fótbólti hevur tað, sum gongur fyri seg millum oyrini, stóran og ikki so sjáldan avgerandi týdning.

 

Tað varð aftur staðfest í kvøld, tá ið B68 var á Eiði og spældi fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti EB/Streymi. Tað eru bara stórar tvær vikur síðani, at somu lið hittust á sama vølli. Tá var tað í landskappingini, og ta ferðina vann EB/Streymur tryggan 2-0 sigur.

 

Í kvøld vendi alt øðrvísi, enn tað gjørdi í landskappingardystinum.

 

Jákup á Borg hevði broytt liðið hjá toftamonnum í fleiri plássum. Eitt nú var Aleksandur Ó. Jensen vongverji í høgru, og Alex Mellemgaard var vongverji í vinstru, meðan Bárður Ó. Jensen og Áki Johannesen vóru sentralir miðvallarar.

 

Men fyrst og fremst var tað í hugburði, arbeiðssemi og nærlagni, at B68 spælararnir vóru sum hamskiftir. Teir runnu sólina svarta, teir vóru skjótari enn mótstøðumenninir, og so eydnaðist teimum at fáa mál úr støðum, har teir fyrr í ár ofta ikki hava havt marginalirnar við sær.

 

Heimamenninir vóru ikki so fokuseraðir, sum mótstøðumenninir vóru, og tað bar við sær, at teir ofta vóru ov seinir í nædystunum, og at tað var sjáldan, at teir spældu seg í góðar støður.

 

Eftir innlegg úr vinstru ofraði miðverjin Aidan Liu seg, tá ið hann tveitti seg fram og við høvdinum legði B68 á odda. Tá var eitt lítið korter farið, og heimamenninir vóru hepnir, at teir í steðginum bara vóru aftanfyri við einum máli. B68 hevði onkran heilt stóran møguleika, og Jóannes Davidsen var sannur brandur í EB/Streymamálinum.

 

Eftir steðgin sá tað út til, at heimamenninir ætlaðu at taka sær aðrar partar fyri, men tað punkteraði heilt sjey minuttir eftir steðgin, tá ið eyðsýndi miðvallarin Ragnar Samuelsen slapp at reka yvir langan tein, áðrenn hann smekkaði til og so var 2-0 til B68.

 

Hanus Højgaard varð skiftur inn, tá ið tað restaðu umleið 10 minuttir, og hann hevði bara verið á vøllinum lítla løtu, tá ið hann av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í málið og so var 3-0 til B68.

 

Nógv kann venda øðrvísi, enn tað ger í kvøld, tá ið seinna hálvfinalan verður mikukvøldið 27. september. Undir øllum umstøðum hevur Sigfríður S. Clementsen stóra uppgávu at loysa, um tað skal eydnast hansara monnum at svara aftur og vinna seg í finaluna.

 

Sigfríður kann vísa sínum monnum á, hvussu stóran týdning hugburður og stríðsvilji hava, og at tað ber til at broyta. Fyri stórum tveimum vikum síðani var B68 á Eiði og tapti 2-0. Í kvøld hevur B68 verið á Eiði, og nú eru toftamenn á veg til hús við 3-0 sigri.