trygdarráðið, Oleksij Danilov, sigur, at landsins herdeildir røkka sínum høvuðsmálum í álopunum á russisku herdeildirnar í landinum. Hann sigur á Tvitter, at høvuðsmálið er oyðilegging av russiskum herfólki [...] herurin tekur seg spakuliga fram í fleiri økjum. Herfyri segði ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, at enn hevur ukrainski herurin ikki alla sína tøku hermegi í bardøgunum. Tað er tíðindastovan [...] an NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.
jagaraflogfarinum, sum hvarv og datt niður í amerikanska statinum, South Carolina, eru nú funnir. - Lutirnir eru funnin í Williamsburg-fylkinum, sum liggur í ein landnyrðingeystan úr støðini, haðan flogfarið [...] F-35 er stríðsflogfarið, sum er komið ístaðin fyri F-16, sigur tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun. [...] flogfarinum verður tryggjað. Flogskiparin megnaði at skjóta seg út úr flogfarinum, og hann varð funnin í øllum góðum seinnapartin sunnudagin. - Óhappið verður kannað, og vit kunnu ikki siga meira um smálutirnar
flogbóltur og súkkling ikki vera við. Í staðin fyri tær tríggjar frávaldu ítróttargreinarnar, verða bowling, judo og squash við aftur í 2019. Hetta er uttan iva góð tíðindi fyri føroyska judo-samfelagið, sum [...] ikki við í 2019. Triðja greinin, sum er vald frá, er fótbóltur. Harnæst verður golf ikki við, tí at Gibraltar – eins og Føroyar – ikki hava nakran brúkiligan golfvøll. Hetta verður fyrstu ferð í oyggjal [...] Leingi var ætlanin at Føroyar skuldu bjóða seg fram sum vertur fyri oyggjaleikunum í 2019, men eftir at tann ætlanin er slept vegna vantandi umstøður, gjørdist tað herfyri greitt, at teir oyggjaleikirnir
FM í frælsum ítrótti hevur verið um vikuskiftið. Veðrið var gott, men sunnudagin órógvaði vindurin nakað. Hóast nógva síðuvindin hjá trístøkkarunum, hendi nakað heilt óvanligt í tí kappingini. Heilar fimm [...] fimm ferðir varð føroyska metið tikið í kvinnukappingini. Longu í allarfyrsta lopinum eydnaðist tað Ednu Mariu Debes at betra sítt egna met, men eftir hetta var tað Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum f [...] byrjaði var metið 9,88 metrar. Margit Weihe Fríðmundsdóttir vann eisini 200 metrafinaluna. Fleiri tíðindi frá FM í frælsum ítrótti eru at finna á heimasíðuni fif.fo, meðan myndir eru at síggja á hvirlan.fo
legði uppskotið fram. Fyrr í hesum mánaðinum bar arabiska sjónvarpið Al-Jazeera tíðindi um, at kanningar høvdu avdúkað tað geislavirkna evnið polonium í klæðum og onkrum ognum hjá Arafat. Kanningarnar [...] Leiðararnir í Arabisku Samgonguni samtyktu í morgun, at ein altjóða nevnd skal kanna, hvørjum fyrrverandi palestinski leiðarin Yasser Arafat doyði av. Tað var palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, sum legði [...] hevði ein rannsóknarstova í Sveis gjørt. Palestinski diplomaturin Saeb Erekat sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at palestinar vilja hava eina trúverduga kanning av málinum, og at fyrireikararnir kanska
hendi, at hon kom skjótari í sigling aftur, enn upprunaliga fráboðað. Hóast hon ikki fara í sigling aftur fyrr enn mánadagin 5. september, so var Ternan aftur á Nólsoyarleiðini í gjár. Men hóast hon júst [...] venda skipinum og nýta bógportrið, so nólsoyingarnir kundu sleppa í land. Trupulleikin var tó ikki verri enn so, at portrið fekst aftur í rættlag út á fyrrapartin, og virkar nú aftur eftir vild. [...] Strandferðslan hevur sínar trupulleikar at dragast við. Tað er næstan ikki vika uttan at tíðindi frá SSL boða frá um hetta ella hatta brekið umborð á Teistanum, meðan tað er meiri sjáldan, at Ternan hevur
enn 25% higartil í ár. Samlaði útflutningurin av mati úr havinum er soleiðis komin upp á 3 miljardir dollarar. Tað er vietnamnesiska fiskivinnuumsitingin, sum ber hesi tíðindi. Bara í november útflutti [...] hektarum, og framleiðslan skal økjast upp í 2,1 miljónir tons fyri ár 2010. Japan hevur sett í verk tiltøk ímóti Vietnam, tí teir siga seg hava funnið leivdir av heilivági í vietnamnesiskum vørum úr havinum. Tískil
sínum heimasíðum sum í farnu viku Mest vitjaða føroyska heimasíðan, Portal.fo, setti í farnu viku nýtt met í tali av vitjandi. Fleiri enn 42.000 brúkarar vóru á heimasíðuni og lósu tíðindi, og tað er tað mesta [...] tað mesta nakrantíð. Norðlýsið var í farnu viku nummar 5 á Vevmátingarlistanum hjá Gallup. Ein týðandi orsøk til hesi met er uttan iva óhappið hjá Atlantic Navigator í farnu viku. Bæði Portalurin og Norðlýsið
Í tíðindasendingini kl. 18.30 í gjárkvøldið bar útvarpið tey tíðindi, at ætlanin er at siga 2 fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi upp. Tað undrar okkum sum fakfelag at frætta slíkt gjøgnum fjølmiðlarnar [...] ikki hava gjørt í hesum føri. Hetta er brot á sáttmálan, sum vit ikki óátalað kunnu lata fara aftur við borðinum. Vit skulu tí við hesum harðliga átala ta framferð, ið hevur verið nýtt í hesum máli, við [...] fjølmiðlarnar, tí eftir § 18 í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýri og Føroyskar Fysioterapeutar stendur greitt, at ætlaðar uppsagnir skulu fráboðast Føroyskum Fysioterapeutum skrivliga, soleiðis at felagið og
saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron, tá hesin vitjaði í Washington. Tað eru tíðindastovurnar, NTB og AFP, sum bera hesi tíðindi í kvøld. [...] ynskir at fáa ein enda á krígnum í Ukraina. - Eg eri til reiðar at tosa við Putin, um hann er heilhugaður at finna eina loysn, men tað havi eg einki sæð til enn, segði Joe Biden í dag. Amerikanski forsetin segði [...] seg at sett seg niður saman við Vladimir Putin, eftir at hann fyrst hevur tosað við sínar sameindu í Nato. Hann sigur, at hann hevði viljað hoyrt, hvørjar tankar russiski forsetin hevur. - Men, eitt slíkt