Portalurin og Norðlýsið hava ongantíð áður havt so nógv vitjandi á sínum heimasíðum sum í farnu viku
Mest vitjaða føroyska heimasíðan, Portal.fo, setti í farnu viku nýtt met í tali av vitjandi. Fleiri enn 42.000 brúkarar vóru á heimasíðuni og lósu tíðindi, og tað er tað mesta nakrantíð. Hetta vísir vevmátingarlistin hjá Gallup.
Eisini Norðlýsið setti nýtt met, og har var framgongdin sera stór. Nordlysid.fo hevði 8500 vitjandi, og tað er nógv tað mesta nakrantíð. Norðlýsið var í farnu viku nummar 5 á Vevmátingarlistanum hjá Gallup.
Ein týðandi orsøk til hesi met er uttan iva óhappið hjá Atlantic Navigator í farnu viku. Bæði Portalurin og Norðlýsið fylgdu væl við óhappinum, og báðir miðlarnir upplivdu tað kvøldið fleiri ferðir, at heimasíðurnar fóru niður orsaka av teimum nógvu vitjandi, sum vildu frætta tað nýggjasta um óhappið.