Leingi var ætlanin at Føroyar skuldu bjóða seg fram sum vertur fyri oyggjaleikunum í 2019, men eftir at tann ætlanin er slept vegna vantandi umstøður, gjørdist tað herfyri greitt, at teir oyggjaleikirnir vera á Gibraltar.
Nú er so eisini vorðið greitt, hvørjar ítróttargreinar ikki sleppa við tað árið. Tvær av frávaldu ítróttargreinunum koma Føroyum dátt við, tí flogbóltur og súkkling sleppa nevniliga ikki við í 2019. Triðja greinin, sum er vald frá, er fótbóltur. Harnæst verður golf ikki við, tí at Gibraltar – eins og Føroyar – ikki hava nakran brúkiligan golfvøll.
Hetta verður fyrstu ferð í oyggjaleikasøguni, at fótbóltur, flogbóltur og súkkling ikki vera við. Í staðin fyri tær tríggjar frávaldu ítróttargreinarnar, verða bowling, judo og squash við aftur í 2019. Hetta er uttan iva góð tíðindi fyri føroyska judo-samfelagið, sum ikki hevur verið á oyggjaleikunum síðani 2009.









