Deyði Arafats verður kannaður

Leiðararnir í Arabisku Samgonguni samtyktu í morgun, at ein altjóða nevnd skal kanna, hvørjum fyrrverandi palestinski leiðarin Yasser Arafat doyði av. Tað var palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, sum legði uppskotið fram.

Fyrr í hesum mánaðinum bar arabiska sjónvarpið Al-Jazeera tíðindi um, at kanningar høvdu avdúkað tað geislavirkna evnið polonium í klæðum og onkrum ognum hjá Arafat. Kanningarnar hevði ein rannsóknarstova í Sveis gjørt.

Palestinski diplomaturin Saeb Erekat sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at palestinar vilja hava eina trúverduga kanning av málinum, og at fyrireikararnir kanska fara at biðja trygdarráðið hjá ST taka undir við avgerðini.

Mahmoud Abbas og einkjan eftir Arafat, Suha, hava givið kanningarnevndini loyvi til at taka royndir av leivdunum av Arafat fyri at fáa staðfest, um hann bleiv eitraður ella ikki. Fleiri vilja vera við, at Arafat doyði av eitran, og at tað vóru ísraelsmenn, sum skipaðu fyri.