Viðv. fráboðaðu uppsagnunum av 2 fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi

-

Í tíðindasendingini kl. 18.30 í gjárkvøldið bar útvarpið tey tíðindi, at ætlanin er at siga 2 fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi upp.

Tað undrar okkum sum fakfelag at frætta slíkt gjøgnum fjølmiðlarnar, tí eftir § 18 í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýri og Føroyskar Fysioterapeutar stendur greitt, at ætlaðar uppsagnir skulu fráboðast Føroyskum Fysioterapeutum skrivliga, soleiðis at felagið og setanarmyndugleikin (tygum) kunnu royna at sleppa undan ætlaðu uppsagnunum.

Hetta kunnu vit bara staðfesta, at tygum ikki hava gjørt í hesum føri. Hetta er brot á sáttmálan, sum vit ikki óátalað kunnu lata fara aftur við borðinum.

Vit skulu tí við hesum harðliga átala ta framferð, ið hevur verið nýtt í hesum máli, við vón um, at slíkt ikki endurtekur seg.

Føroyskir Fysioterapeutar mótmæla við hesum fráboðaðu uppsagnunum av fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tórshavn 15. januar 2000

Føroyskir Fysioterapeutar