Fimm ferðir nýtt føroyskt met

Kvinnurnar settu fimm ferðir nýtt føroyskt met í trýstøkk í FM í frælsum ítrótti leygardagin.

FM í frælsum ítrótti hevur verið um vikuskiftið. Veðrið var gott, men sunnudagin órógvaði vindurin nakað.

 

Hóast nógva síðuvindin hjá trístøkkarunum, hendi nakað heilt óvanligt í tí kappingini. Heilar fimm ferðir varð føroyska metið tikið í kvinnukappingini.

 

Longu í allarfyrsta lopinum eydnaðist tað Ednu Mariu Debes at betra sítt egna met, men eftir hetta var tað Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum fullkomiliga stjól myndina. Edna Maria slapp nevnliga bert at njóta sítt níggja met eina pinkulítla løtu, tí beint aftaná tók Margit metið frá henni, og síðan betraði hon tað tríggjar ferðir afturat og endaði úti á 10,68 metrum. Áðrenn kappingin byrjaði var metið 9,88 metrar.

 

Margit Weihe Fríðmundsdóttir vann eisini 200 metrafinaluna.

 

Fleiri tíðindi frá FM í frælsum ítrótti eru at finna á heimasíðuni fif.fo, meðan myndir eru at síggja á hvirlan.fo