Bakportrið riggaði ikki

Strandferðslan hevur sínar trupulleikar at dragast við.

Tað er næstan ikki vika uttan at tíðindi frá SSL boða frá um hetta ella hatta brekið umborð á Teistanum, meðan tað er meiri sjáldan, at Ternan hevur brek.

Júst Ternan hevur verið til klassingar, og tað óvanliga hendi, at hon kom skjótari í sigling aftur, enn upprunaliga fráboðað. Hóast hon ikki fara í sigling aftur fyrr enn mánadagin 5. september, so var Ternan aftur á Nólsoyarleiðini í gjár.

Men hóast hon júst var komin av beding vísti tað seg, at tá hon til Havnar aftur fyrstaq túrin, fekst portrið aftan ikki at rigga. Neyðugt var tí at venda skipinum og nýta bógportrið, so nólsoyingarnir kundu sleppa í land.

Trupulleikin var tó ikki verri enn so, at portrið fekst aftur í rættlag út á fyrrapartin, og virkar nú aftur eftir vild.