altjóða samfelagnum, og tað floymir støðugt omanyvir okkum av tíðindum uttan úr stóru verð. Onkuntíð ber tað til at knýta ein føroyskan vinkul afturat tí, sum vit frætta, og so gera vit tað. Hesa ferð snýr søgan [...] vikuskifti fer hjálparvenjarin hjá honum, Flemming Serritslev, niður til Hollands at kanna, um nýggja álopsstjørnan er eitt gott evni til landsliðið, sum 27. mars á heimavølli skal spæla sera týdningarmiklan [...] umrøddur í donskum fjølmiðlum. Orsøkin til, at áhugin fyri honum er stórur, er, at hann stútt og støðugt skorar mál. Síðani Brian Laudrup gavst á danska landsliðnum hevur tað verið torført at fingið bóltin í
Um Føroyar ikki vinna í dag, so verður tað eitt vónbrot, men rætt skal vera rætt ? føroyska liðið hevur á venjingarleguni í Spania ikki júst fyrireikað seg til henda landsdystin. Vit hava frætt úr Cádiz [...] viku hava sett síni spor. Spælararnir eru eymir og tungir, og tað sást aftur bæði í likamsevnunum og í bóltførleikanum, sum ikki er á hædd við tað, hann var í fjør og ivaleyst fer at vera seinni á árinum. [...] at seta eitt so sterkt lið sum møguligt. Í øðrum venjingardystum hevur verið nógv skift út, og tað fer tað ivaleyst eisini at vera hesa ferð. Landsliðið hevur ikki spælt venjingardyst síðani 6. august 1997
væl, at tað stendur í halgubók, at trúgv kann flyta fjøll, men tað stendur einki um at trúgv kann bora undirsjóvartunnlar. Hvat íløgum viðvíkur er ætlanin hjá F.A. bert toppurin av ísfjallinum. Tað sita sjey [...] tilsamans 2.5 mia. kr. komandi 10-15 árini til íløgur. Hyggja vit at rakstrinum av samfelagnum, so kann gerast ótrúliga torført, bert inntøkurnar verða tað, tær eru mettar til í 1999, at fáa pláss fyri íløgum sjálvt [...] hevði lagt fyri tingið til aðalorðaskifti. Í hesi kanning vóru raðfestingar gjørdar, har tøl vórðu sett á tær størstu íløgurnar, sum vinnumálastýrið mælir landsstýrismanninum til at gera komandi 10?15 árini
megnaði at vinna á hesum og meira enn tað. Hon hevði eitt gott tak á mannfólki, og eftir at hava gift seg nakrar ferðir, gjørdist hon ovurrík. Nú kemur hon so aftur til føðibýin og lovar gull og grønar skógir [...] selja seg sjálvan; at ofra ein »ósekan« fyri vinnings skuld. So statt er tað ikki bara gamla daman, ið er til fals, allur býurin er til fals. Gamli sjeikurin er annars einki bartrog. Hann er vorðin ein hampamaður [...] stórir leiklutir, umframt ein rúgva av smærri. Og leikararnir smæðast ikki burtur. Tað er ein frøi at síggja, at tað enn ber til at gera hol í sjógv. Hetta hóast meginparturin av leikarunum eru amatørar, og
settir. Sunnur starvsfólkapolitikkur, harra Arge? Eg meini tað! Tað, sum hendi beint áðrenn jól, er ein skamblettur í føroyskari politiskari søgu. Tað veit løgmaður eisini av, sum tann skilamaður hann er, og [...] Finnboga Arge á kreppufundi. Líkt er til at Tjóðveldisflokkurin bert hevur tað eina fyri eyga, nevniliga fullveldi, og letur alt annað fara aftur við borðinum. Tað má sigast at vera sera tunt grundarlag [...] einki hoyrt til. Teir eru kanska glaðir fyri, at Finnbogi Arge ikki er á listanum hjá teimum, og tað sigi eg teir ikki ringar fyri. Men áhugavert hevði verið at vita hvørja støðu teir hava til slíkan av
og ongantíð fyrr eru so nógvir danskir pengar komnir til Føroya, sum nú. Allar fyritreytir eru til staðar fyri at Føroyar skuldi verið eitt gott samfelag at livað og virka í. Men soleiðis tykist ikki [...] viðgingið mistakið, og tað hava vit fingið væl afturlønt. Enn havi eg ikki hoyrt nakran í tjóðveldisflokkinum biðið um umbering fyri tað sum hendi í 1988, og heldur ikki fyri tað sum hendi seinni, sum avleiðing [...] helt hondina undir, tá ringast stóð til? Uttan mun til, hvat Høgni Hoydal roynir at fyrigykla føroyingum, so svitast ikki, at ríkisfelagsskapurin bert hevur verið til fyrimun fyri samfelagið. At vit føroyingar
so var møguleikin fyri at koma víðari til finaluna har. Allir limirnir í bólkinum hava roynt seg í øðrum bólkum áðrenn Clickhaze, og tað ger sjálvandi sítt til, at tey ikki gerast so stirvin á pallinum [...] Tónleikurin, sum Clickhaze spælir, er eisini fjølbroyttur. Tað, sum bólkurin borðreiddi við leygarkvøldið, spenti líka frá hørðum rokki til rapp og víðari til stillar kærleikssangir. Tá ið tey spældu nøkur eykaløg [...] hevði tað eydnast bólkinum at lokka Eiðvør Pálsdóttir at koma við, og hon er jú ein fongur við síni vøkru rødd. Á listanum stóð eisini Waco Koresh sum sangari og B. á. L. sum gittarleikari. Tað vísti seg
onnur leggja alla orku í at taka sær av. HETTA var tað gamla í Føroyum og hetta er gott. Hesin hugburðurin liggur framvegis í føroyinginum, og tað skulu vit vera fegin um. Hann sigur okkum nakað um næstrakærleika [...] januar, men tá útsetti landsstýriskvinnan í almannamálum tað til síðst í februar, men í dag skriva vit 3. mars. Enn er eingin frágreiðing løgd fram, so tað gongur óivað ein mánaði, áðrenn vit fáa eina hóming [...] TAÐ var skelkandi at hoyra sjónvarpstíðindini um sjúka kvinnu, sum røktarverkið ikki kundi taka sær av. Samstundis góvu hesi tíðindini eina ábending um, at tað eru óivað mong sjúk, sum familja og onnur
har tað m.a. eisini verða reglur av týdningi fyri eina komandi oljuvinnu. Lágir oljuprísir Eyðun Elttør segði, at tað ta seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt burturúr lágu oljuprísunum - og tað av góðum [...] og tað hevur í fjølmiðlunum verið sett spurnartekin við, um áhugi er fyri at leita við Føroyar. Eingin orsøk er sáa iva um tað. Grundleggjandi vilja oljufeløg altíð royna at tryggja sær atgongd til framtíðar [...] landsstýrismaðurin, sum afturat tí helt, at tað er ógvuliga vandamikið fyri okkara trúvirði, um vit geva til kennar, at vit bara eru áhugað í oljuvinnu, tá tað gongst vinnuni væl og prísirnir eru høgir.
settur til undirritaða, um ta raðfesting av íløgum í samferðslukervið, ið verkætlanarbólkur undir Vinnumálastýrinum hevur gjørt frágreiðing um. Lat meg siga beinanvegin, at tað altíð er gott at fáa kritikk [...] kostnaðurin verður mettur til uml. 505 mió. kr. í 1987-prísum. Møguleiki 3 er at gera ein tunnil av Nesi til Hvítanesar, og er hetta stytsta og bíligasta loysnin. Tunnilin verður 7,3 km til longdar, og kostnaðurin [...] ísurin verður ov høgur. Tað er tí eingin ivi um, at um ein undirsjóvartunnil millum Hvítanes og Skálafjørðin skal gerast, verður tað nógv ár úti í framtíðini. Ikki er líkt til, at landskassin kann økja