Uppskot til 1. útbjóðing fyri tingið í heyst

-Beinanvegin avtala er gjørd um landgrunsmarkið fari eg at biðja umsitingina og ráðgevarar okkara um miðvíst at fyrireika uppskot um útbjóðingarøki og treytir, soleiðis at uppskotið kann verða lagt fyri tingið í heyst segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, tá kolvetnisskattalógin varð til 1. viðgerð

Jan Müller


farnu viku var uppskotið til eina kolvetnisskattalóg til 1. viðgerð á tingi. Hóast tingformaðurin, sum setti orðaskiftið, metti uppskotið at vera eitt av teimum størstu málum, sum lagt er fyri tingið, fekk málið ikki so drúgva viðgerð, sum onkur kundi væntað. Eftir eina viðgerð, sum vardi í nakrar tímar, varð málið beint í fíggjarnevndina.

Hóast málið er eitt skattamál, so hevði eisini Eyðun Elttør, oljumálaráðharri orðið undir viðgerðini. Tað er annars ein arbeiðsbólkur undir oljuráðleggingarnevndini, ið hevur evnað til uppskotið, sum Fíggjarmálastýrið hevur lagt seinastu hondina á og sum nú kom á tingborð.

Eyðun Elttør vísti á, at hann fór ikki at gera burturúr skattateknisku reglunum í uppskotinum, tí tað hoyrir landsstýrismanninum í fíggjarmálum til. Hinvegin vildi hann hyggja at uppskotinum sum ein parti av tí regluverki, ið skal verða karmur um eina komandi oljuvinnu við Føroyar. Aðrir partar eru m.a. kolvetnislógin frá í fjør og ítøkiligu treytirnar, ið sambært kolvetnislógina skulu setast í einstøku loyvini. Eyðun Elttør segði, at tað eisini eigur at verða havt í huga, at føroysk lóggáva sum heild verður at galda fyri eina komandi oljuvinnu á landgrunninum, t.d. kunnu nevnast fjarskiftislóggávan, reglur um arbeiðsloyvi o.a. Landsstýrismaðurin, sum eisini umsitur umhvørvismál, gjørdi í hesum sambandi vart við, at hann um fáar dagar vónaði at kunna leggja fram ríkislógartilmæli um nýggja havumhvørvislóg, har tað m.a. eisini verða reglur av týdningi fyri eina komandi oljuvinnu.


Lágir oljuprísir

Eyðun Elttør segði, at tað ta seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt burturúr lágu oljuprísunum - og tað av góðum grundum, tí prísirnir eru søguliga lágir: eitt skifti herfyri var prísurin undir 10 dollarar fyri tunnuna. -Eingin torir rættiliga at spáa um útlitini, men ein miðalprísur millum 10 ? 12 dollarar fyri tunnuna er neyvan órealistiskur fyri 1999 legði hann aftrat.

-Nú kundi onkur kanska hildið, at vit eiga ikki at fara undir oljuvinnu við verandi prísum ? og tað hevur í fjølmiðlunum verið sett spurnartekin við, um áhugi er fyri at leita við Føroyar. Eingin orsøk er sáa iva um tað. Grundleggjandi vilja oljufeløg altíð royna at tryggja sær atgongd til framtíðar oljukeldur, og nógv feløg hava longu lagt stóra orku í at kanna føroyska økið. Tí er boðskapur teirra til okkara tann, at tey ? hóast lágu prísirnar ? framhaldandi hava áhuga fyri føroyska landgrunninum. Vit skulu minnast til, at áhugamálini hjá oljufeløgum eru ikki stuttskygd, tí tey vita, at prísgongdin kann broytast fleiri ferðir, áðrenn talan verður um at framleiða olju við Føroyar segði landsstýrismaðurin, sum afturat tí helt, at tað er ógvuliga vandamikið fyri okkara trúvirði, um vit geva til kennar, at vit bara eru áhugað í oljuvinnu, tá tað gongst vinnuni væl og prísirnir eru høgir. -Skulu vit gera okkum vón um at fáa oljuídnaðin at gera íløgur í Føroyum, mugu vit vísa, at vit eisini spæla við, tá vinnan hevur mótgongd. Nógv lond kappast um íløgurnar hjá oljufeløgum og kunnu feløgini ikki rokna við okkum, verða íløgurnar gjørdar aðrastaðir. Higartil hava oljufeløgini givið tol og til deils borið yvir við okkum, sjálvt um 1. útbjóðingarumfar hevur drigið út, men tað er serliga tí tey vita, at vit orsakað av ógreiðu marknastøðuni ikki hava havt møguleika fyri at bjóða út øki til oljuleitingar. Nú tann forðingin vónandi verður burtur um fáar vikur, eigur einki at vera til hindurs fyri, at 1. útbjóðingarumfar verður sett í verk.

-Eg ætli mær tí, segði Eyðun Elttør víðari, beinanvegin avtala er gjørd um landgrunsmarkið at biðja umsitingina og ráðgevarar okkara um miðvíst at fyrireika uppskot um útbjóðingarøki og útbjóðingartreytir, soleiðis at uppskotið kann verða lagt fyri løgtingið til heystar.


Fíggjarligu karmarnir

Um kolvetnisskattalógaruppskotið annars segði Eyðun Elttør, at tað víðkar í høvuðsheitum bara galdandi skattareglur til at fevna um virksemi á landgrunninum, men ásetir ikki nakran serskatt á vinning frá oljuvinnu. Hetta hevur einki við lágu oljuprísirnar at gera, men er grundað á ta sannroynd, at oljuráðleggingarnevndin longu í 1997 gjørdi vart við, at spurningurin um serskatt umframt ítøkiligu loyvistreytirnar ikki kundi viðgerast uttan neyvan kunnleika til teigarnar, ið ætlanin er at bjóða út. Jarðfrøðiligu metingarnar undantiknar, er skattastigið at rokna millum týdningarmestu viðurskiftini, tá oljufeløg taka avgerð um at gera íløgu í nýggjum øki.

Og landsstýrismaðurin helt fram: -Nú er tað væl kent, at oljuvinna krevur kapitalsterkar fyritøkur, ið skulu gera óvanliga stórar íløgur, um ein oljuleið skal finnast og gagnnýtast. Hinvegin kann íløgan eisini kasta óvanliga stóran vinning av sær. Tá hugsað verður um, at talan er um at gagnnýta eitt tilfeingi, sum sambært lóggávuni er ogn hjá Føroya landi, kann tað tykjast órímiligt, at oljufeløgini ?bara? skulu gjalda 27% í partafelagsskatti. Í sambandi við fyrireikingarnar til 1. útbjóðingarumfar fer tí at verða tikin støða til, um vit skulu skipa okkum við einum serskatti, soleiðis at møguligur ágóði verður býttur meira javnt millum vinnuna og landskassan. Spurningurin um serskatt er tætt knýttur at teimum krøvum, sum annars verða sett oljufeløgum, tá loyvi verða latin, t.d. framleiðslu- og víddargjøld, møgulig borin luttøka hjá landsoljufelag o.s.fr.


Mugu velja røttu amboðini frá byrjan

Eyðun Elttør vísti á, at lágu prísirnir, ið oljuvinnan er rakt av í løtuni, kunnu medvirka til, at slakast má eitt sindur uppá heildarkrøvini. Ella við øðrum orðum: vit skulu ikki rokna við at kunna áseta persónsskatt, partafelagsskatt, serskatt, framleiðslu- og onnur gjøld, borið landsoljufelag og treytir um brúk av føroyskum tænastuveitingum alt í einum og sama útbjóðingarumfar. -Vit verða helst noydd at raðfesta okkara ynski og umráðandi er, at vit frá byrjan velja røttu ?amboðini?, soleiðis at vit onkursvegna gerast før fyri at uppfanga ein part av vinninginum, um hesin einaferð í framtíðini gerst serliga stórur, annaðhvørt tí prísirnir hækka ella tí talan verður um serliga stórar oljuleiðir. Hildið verður, at serskatturin, sonevndi ROR ella rate of return skatturin, sum oljuráðleggingarnevndin umrøður í frágreiðingini ?Fyrireikingar til oljuleiting?, kann verða skikkaður til at tryggja landskassanum sín rættvísa part av tilfeingisrentuni, sjálvt um umstøðurnar broytast. At taka serskattin við frá byrjan hevur eisini tann fyrimun, at oljufeløgini tá kunnu rokna við stabilum skattareglum í fleiri ár fram. Lata vit hinvegin serskattin liggja í sambandi við útbjóðingarumfarið, er vandi fyri, at skattareglurnar seinni verða broyttar, um tað vísir seg, at vinningurin hjá oljufeløgunum verður ógvusligur.


Forkanningar

§ 1 í lógaruppskotinum ásetir, at forkanningarvirksemi kemur undir lógina. Í hesum sambandi upplýsti landsstýrismaðurin, at oljumáladeildin higartil í ár hevur givið tvey loyvi til forkanningar. Í 1998 vórðu latin 5 loyvi og vóru tað 5 færri enn í 1997, tá 10 forkanningarloyvi vórðu latin. Høvuðsorsøkin til hesa gongd er uttan iva, at oljufeløgini bíða við fleiri kanningum til tey við vissu vita, nær útbjóðingarumfarið verður sett í verk. Loyvini eru í gildi í eitt ár, og nøkur av loyvunum, sum givin vórðu í 1998 fara tí ikki úr gildi fyrr enn seinni í ár. Hugsandi um, at flestu forkanningarskipini bara eru í føroyskum sjógvi avmarkaðan part av árinum, kunnu vit neyvan rokna við, at tað verða munandi skattainntøkur, sum fara at falla landskassanum í lut orsakað av hesum. Tað er helst eisini neyðugt at minna seg sjálvan á, at tað ikki eru forkanningar og leiting, sum geva tær stóru skattainntøkurnar. Munandi inntøkur spyrjast einans burturúr oljuvinnu, um talan gerst um at framleiða olju ella gass.


Gongdin higartil

Landsstýrismaðurin fór eisini aftur í tíðina, tá undirgrundin kom á føroyskar hendur í 1992 og segði, at tá fór fyrsta oljuráðleggingarnevndin til verka, m.a. mannað við teimum, sum við stórum hepni høvdu lagað til føroysku argumentini í samráðingunum við danir um undirgrundina. Grundað á tilmælini hjá oljuráðleggingarnevndini samtykti løgtingið í 1993 eina forkanningarlóg og eina løgtingssamtykt um at lata upp føroyska landgrunnin fyri kanningum og seinni veruligum oljuleitingum og vónandi framleiðslu. Hetta kann av røttum sigast at vera aðalsamtyktin undir føroyskari oljuvinnu higartil, hóast vit seinni hava fingið meira fullfíggjaða kolvetnislóg og nú eisini skattalóggávu.

-Frá 1992 til 1995, tá fíggjarkreppan herjaði, var tað sum um, at oljuvinnan mátti ígongd, ongantíð ov skjótt. Tá lat hetta seg ikki gera, tí fortreytirnar vóru ikki uppfyltar, m.a. var landgrunsmarkið ógreitt, neyðuga lóggávan var ikki samtykt og føroyski landgrunnurin var ikki nóg væl kannaður segði landsstýrismaðurin og helt fram: -Nú eru fortreytirnar nærum uppfyltar, og tíðin er komin til at seta leitingina í verk. Leitingarskeiðið kann gerast fleiri ár. Tíðina kunnu vit hóskiliga brúka til m.a. at gera skipanir fyri møguligar inntøkur hjá landskassanum, soleiðis sum undanfarna løgting samtykti eftir uppskoti frá løgtingsformanninum Finnboga Ísaksyni. Somuleiðis kunnu vit gera neyvari kanningar av, hvørji samfelagsárin kunnu hugsast, um olja verður funnin við Føroyar. Oljuráðleggingarnevndin mælti í síni frágreiðing eisini til, at viðurskifti sum árin á mál, bústaðarviðurskifti v.m. verða nærri kannað. Ein eigur tó at gera sær greitt, at tað ikki verður leitingarskeiðið, ið kollveltir føroyska samfelagsmynstrið ? aftur her verður fyrst og fremst talan um broytingar, um lagnan vil tað soleiðis, at funnar verða olju- og gassleiðir á føroyskum øki.

Eyðun Elttør vísti at enda á, at løgtingið í heyst fær møguleika fyri at viðgera spurningin um aðrar fíggjarligar treytir enn tær, sum ásettar verða í hesum uppskotinum um kolvetnisskatt, tí útbjóðingarøki og útbjóðingartreytir, herundir framleiðslu- og víddargjøld, skulu sum kunnugt samtykkjast við løgtingslóg.

-Eg gleði meg til at kunna leggja uppskot um 1. útbjóðingarumfar fyri tingið í heyst og vóni, at vit fáa gott samstarv um komandi oljupolitikkin segði landsstýrismaðurin í oljumálum, tá uppskotið til kolvetnisskattalóg varð til viðgerðar á tingi.