Skelkandi dømi um vantandi almannapolitikk

TAÐ var skelkandi at hoyra sjónvarpstíðindini um sjúka kvinnu, sum røktarverkið ikki kundi taka sær av.

TAÐ var skelkandi at hoyra sjónvarpstíðindini um sjúka kvinnu, sum røktarverkið ikki kundi taka sær av. Samstundis góvu hesi tíðindini eina ábending um, at tað eru óivað mong sjúk, sum familja og onnur leggja alla orku í at taka sær av.


HETTA var tað gamla í Føroyum og hetta er gott. Hesin hugburðurin liggur framvegis í føroyinginum, og tað skulu vit vera fegin um. Hann sigur okkum nakað um næstrakærleika og okkara sosiala sinnalag. Hesum mugu vit ikki sleppa, men verja.


Tá tað er sagt, so mugu vit eina ferð afturat ásanna, at okkara heilsuverk - ella røktarskipan - ikki nøktar tørvin í dagsins samfelagi. Heldur ikki hevur almannaverkið skipanir, sum kunnu veita familju ella øðrum nøktandi fíggjarligt gjald fyri hjálp ella umsorgan.


Í hesum føri er talan um kvinnu, sum maðurin hevur ansað í eini 20 ár. Men nú er hann farin, og eingin møguleiki er hjá sjúku kvinnuni at koma á røktarheim. Børnini hava arbeiði, og eitt møguligt endurgjald fyri at ansa mammuni, er so lítið, at tað kann ikki sammetast við eina lønarinntøku, sum øll hava brúk fyri í samfelagnum í dag.


EIN loysn er funnin - fyribils í hvussu er - men hetta er aftur eitt dømi um, at okkara skipanir og tænastur á almanna- og heilsuøkinum eru ikki nóg góðar. Hetta er sagt og ásannað fleiri ferðir, og tey, sum nú hava ábyrgdina, skulu ikki lastast. Afturímóti má tann nýggja føroyska almannalóggávan verða so mikið fræg, at hon eisini hevur loysn á slíkum málum.


NÚ eru í øllum førum góðir møguleikar at seta út í kortið av nýggjum. Í fleiri ár hevur bara verið møguligt at halda tørn og pjøssa um verandi skipanir, hóast onkur nýskipan hevur sæð dagsins ljós. Aðalorðaskifti skuldi verða um almannamál síðst í januar, men tá útsetti landsstýriskvinnan í almannamálum tað til síðst í februar, men í dag skriva vit 3. mars. Enn er eingin frágreiðing løgd fram, so tað gongur óivað ein mánaði, áðrenn vit fáa eina hóming av, um veruligur politiskur vilji er at skapa nakað nýtt og framburðarkent á almanna- og heilsuøkinum.


NEYÐUGT er óivað at hugsa øðrvísi, og viðurskifti eiga at verða greinað. Men grundarlagið má enn sum áður verða ein solidariskur almanna- og heilsupolitikkur og ikki brúkaragjaldspolitikkur fólkafloksins.