ferð tóktust hava fingið gummiarmar, sum tað plagar at vera tikið til, kundu kortini ugga seg við, at teir í kappingunum fyrr í summar høvdu verið so stinnir, at teir høvdu tryggjað sær FM ? fyri fyrstu [...] Bliki var lítil og eingin munur. Spógvin, sum legði bragdliga fyri og vann á Norðoyastevnu, var fremstur í aftaru røðini, um tað ber til at siga tað soleiðis. At tað gekk væl betri hjá Fípuni Føgru, enn [...] Teklu var tað besta í teimum sjey kappingunum í ár. At Fípan Fagra vann bronsu í FM kappingini, og at eisini Tekla stóð seg so væl á Ólavsøku kundi bent á, at framtíðin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ikki sær so
servera eisini kjøt. Men tey hava eina vegetar-matskrá, sum vit hava hoyrt um, og sum vit vilja royna. At byrja við fáa vit ein forrætt í trimum pørtum at deila – mandlur, oliven í olju og italienskar rískúlur [...] lekkurt; heitt og crispy. Tað er ringt at steðga at eta, og hetta er ein øgiliga stór portión, mugu vit siga. Síðani kemur næsta servering, og tað eru fýra smáir rættir at deila, millum annað eitt ølandsbreyð [...] Ringt er at finna nakað at seta fingurin á… Stólarnir vóru kanska ikki so góðir at sita so leingi í. Men tað er so tað. Annars var service, matur og stemningur í topp. So jú, ein vegetar-matskrá sum hendan
visti í dag at siga, at eini 20-30 fólk í dag fingu møguleikan at fara aftur til Grindavíkar at taka húsdýr og virðislutir við sær. Men, tey fingu bara fimm minuttir, so skuldu tey vera klár at rýma avstað [...] sjálvari sum barn og onkur listaverk, sum eg kanska kann selja, sigur hon. Í morgin verður aftur ein váðameting gjørd, og tá verður støða tikin til, um fleiri íbúgvar sleppa ein stuttan túr heimaftur at taka [...] Birgisson, ið var millum teirra, sum í dag sluppu innaftur í býin, sigur, at vegir eru illa farnir av ristingum. - Støðan er ræðulig, men húsini hjá mær sóu betur út, enn eg tordi at vóna, sigur hann við íslendska
bera seg at, tá ið tey útflýggja heilivág. Tey siga, at tá ið ein lækni hevur givið fólki eina resept við heilivági, hava tey á Apotekinum skyldu til at kanna um ikki onkur bíligari sløg eru at fáa – men [...] eisini, at hjá fólki, sum taka nógvan heilivág, leingi, tað kann vera ørkymlandi at hava heilivág í ymsum eskjum og ymsum litum, tó at hann er fyri somu sjúku. - Men tey eru altíð vælkomin at venda sær [...] nógvur peningur at spara, siga tey á Apotekinum. Og tá ið tey tosa um at spara pening, hugsa tey ikki bara samfelagsliga, men eisini hjá tí einstaka súklinginum. - Tey hava ítøkilig dømi um, at sjúklingur fær
royndir. Onkur hevur arbeitt sum læraravikarar, onkur sum stuðul og í frítíðarskúla, og onkur í barnagarði. Fyrsta sendingin byrjaði við hugleiðingum um hetta at kjakast um fólkaskúlan og at tosa frítt [...] týdningarmesta er at tíma at vera lærari. Eg haldi ikki, at mann sum persónur eigur at vera av serligum slagi fyri at vera lærari, tí næmingar eru eisini so øgiliga ymiskir, og vit læra øll ymiskt og hava ymiskan [...] góðar, summar góðar. Sum skilst er ætlanin, at tær fýra skiftast um at vera vertur í sendingini, og at eisini fólk uttanífrá vera partur av poddvarpinum sum gestir. Ætlanin er at hava sendingar regluliga
ávaringar um, at onkur ætlaði at drepa Lee Harvey Oswald, mannin, sum er sagdur at vera drápsmaðurin í Kennedy málinum. Eitt skjal í sakini vísir, at táverandi stjórin í FBI, J. Edgar Hoover, skrivaði eitt notat [...] Trump, forseta, at almannakunngera fleiri skjøl í málinum. Orsaka av trygdaratlitið mátti Trump tí ásanna, at hann ikki hevði nakað annað val enn at halda aftur summi skjøl, sum vórðu mett sum serliga eym [...] rødd segði, at hann var limur í einum felagsskapi, sum vildi drepa Oswald, skrivaði Hoover. Men man helt, at løgreglan í Dallas hevði tamarhald á støðuni. Søgufrøðingar vænta annars ikki, at tey mongu skjølini
tað skal eisini sigast, at nakrir bilførarar vóru farnir avstað, áðrenn frámælið um at koyra, kom, tí tað var rættiliga knappliga, at tað versnaði so illa, at mælt varð frá at koyra ímillum bygdir. Men [...] ferðslan í morgun er so lítil, at tað kann ikki samanberast við í gjár, sigur løgreglan. Tey siga, at nakrir bilar hava staðið og krokað í Vágatunlinum í nátt og nú verður roynt at fáa teir úr tunlinum aftutr [...] samaberast við í gjár. Tað siga tey á løgregluni í Havn. Tað er framvegis ikki koyrandi um stóran part av meginøkinum, í Eysturoy, Streymoy og í Vágum. Samstundis er mælt frá at koyra ímillum bygdir í megiøkinum
Hansen At siga at talan var um týdningarmikla roynd, tá ið B36 vitjaði í Gøtu, er sjálvandi at taka munnin í so fullan. Í bólkaspælinum er setningurin at samanspæla liðið til landskappingina og at syrgja [...] part av tíðini, men teir fingu ikki serliga nógv at arbeiða við. Vinstra síða var mest sum lamin, og tá ið tað onkra ferðina í 1. hálvleiki eydnaðist at leggja innfyri úr høgru, vóru GÍ verjuleikararnir [...] Krystof Popczynski, sum var einsamallur heilt frammi, meðan Símun Samuelsen var hangandi álopsmaður, gjørdist leysur, og so var einki at gera hjá Rene Tórgarð. Bárður á Lakjuni, sum var ytstur á GÍ miðvøllinum
(sáttmálin sigur at tilber innan fyri sáttmálan at geva betri løn enn hýrusáttmálin sigur). Hetta varð m.a. gjørt fyri at tryggja manningunum eina fasta løn, tí vit vistu av, at byrjanin fór at verða trupul [...] Poulsen. – Hvat framtíðin hevur at bjóða er ilt at siga. Hugurin at halda áfram er lítil í løtuni, nú manningarfeløgini hava svínað til bæði skip, feløg og persónar, siga Alex N. Vilhelm, stjóri, og Finnbjørn [...] feløgum, siga teir. – Sum ikki einaferð verða góðar skipanir misnýttar av teimum fáu, og hetta ger, at skipanir verða avtiknar, og tey flestu gerast taparar. Soleiðis er eisini her hjá okkum. Onkur av manningini
upsa. Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. - Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir fiskin [...] norðanfyri. - Ein av landleiðini landar mánadagin og báturin, sum er norðan fyri, landar antin mánadagin ella miðskeiðis í vikuni. Lagt verður aftrat, at trolbátarnir fáa eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu [...] upsa. Helst fara nakrir trolbátar út um vikuskiftið. - Tey tvey garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir svartkalva, koma inn at landa mánadagin. Fiskiskapurin hevur verið smáligur, men nú sær heldur betri