Kundu spart fleiri túsund krónur upp á heilivág

Nógv vilja heldur keypa dýran heilivág ístaðin fyri tey nógv bíligari sløgini

Nógvir føroyingar vilja heldur hava dýran heilivág, heldur enn tey bíligu sløgini, hóast tey hjálpa akkurát líka væl.

 

Tað staðfesta tey á Apotekinum. Eisini tey eru á fólkafundi í dag og har hava tey greitt fólki frá, hvussu tey bera seg at, tá ið tey útflýggja heilivág.

 

Tey siga, at tá ið ein lækni hevur givið fólki eina resept við heilivági, hava tey á  Apotekinum skyldu til at kanna um ikki onkur bíligari sløg eru at fáa – men treytin er sjálvsagt, at tey hjálpa akkurát líka væl og at heilivágurin er góðkendur.

 

Og tað kanna tey á apotekinum hvørja ferð – uttan tá ið læknin beinleiðis viðmerkir á reseptini, at sjúklingurin skal hava akkurát hetta slagi av heilivági.

 

Tey siga, at Heilsutrygd letur bara stuðul til tann bíligasta heilivágin, so vilja fólk hava dýran heilivág, noyðast tey at rinda allan munin sjálvi. Heilsutrygd letur bara ískoyti til tann dýrara heilivágin, tá ið prísmunurin er minni enn 50 krónur

 

Og har er rættiliga nógvur peningur at spara, siga tey á Apotekinum. Og tá ið tey tosa um at spara pening, hugsa tey ikki bara samfelagsliga, men eisini hjá tí einstaka súklinginum.

 

- Tey hava ítøkilig dømi um, at sjúklingur fær resept upp á heilivág, sum kostar yvir 5.000 krónur, men á Apotekinum hava tey alternativan heilivág, sum virkar akkurát líka væl, fyri 70 krónur. Sostatt verður tilskotið frá Heilsutrygd rokna eftir einum prísi upp á 70 krónur.

 

- Á apotekinum ásanna tey, at hetta er eitt rættiliga víðgongt dømi, men tað er í nógvum førum, at sjúklingar kunnu spara túsundtals krónur um árið, taka tey av tilboðnum um tann bíligara heilivágin.

 

Tey siga, at orsøkin til, at summir sjúklingar krevja at fáa tann heilivági, læknin hevur bjóða teimum, er, at tey hava betri álit á læknanum, enn tey hava á apotekaranum og tí hava tey ikki álit á, at tann bíligari heilivágurin er líka góður.

 

Tey ásanna eisini, at hjá fólki, sum taka nógvan heilivág, leingi, tað kann vera ørkymlandi at hava heilivág í ymsum eskjum og ymsum litum, tó at hann er fyri somu sjúku.  

 

- Men tey eru altíð vælkomin at venda sær til apoteki, so leiðbeina vit fegin, siga tey.