Ritzau veit at siga í morgun, at í teir tímarnar skjølini í Kennedy málinum hava verið almenn, eru eingi skelkandi tíðindi komin um morðið á Kennedy. Men eitt er tó greitt - FBI stjórin fekk ávaringar um, at onkur ætlaði at drepa Lee Harvey Oswald, mannin, sum er sagdur at vera drápsmaðurin í Kennedy málinum.
Eitt skjal í sakini vísir, at táverandi stjórin í FBI, J. Edgar Hoover, skrivaði eitt notat eftir morðið á Kennedy, har hann segði frá um eina hóttan móti skuldsetta gerningsmanninum Lee Harvey Oswald. Oswald varð skotin tveir dagar eftir Kennedy morðið. Hann varð skotin av Jack Ruby ávegis frá løgreglustøðini til fongsli.
- Í gjár fingu vit eina uppringin í Dallas kontórinum, har ein maður við róligari rødd segði, at hann var limur í einum felagsskapi, sum vildi drepa Oswald, skrivaði Hoover. Men man helt, at løgreglan í Dallas hevði tamarhald á støðuni.
Søgufrøðingar vænta annars ikki, at tey mongu skjølini, sum eru almannakunngjørd, fara at siga nakað nýtt um morðið á forsetan. Áðrenn almannakunngerðingina í gjárkvøldið søgdu embætisfólk frá Hvíta Húsinum, at CIA og FBI ikki vildu loyva Donald Trump, forseta, at almannakunngera fleiri skjøl í málinum. Orsaka av trygdaratlitið mátti Trump tí ásanna, at hann ikki hevði nakað annað val enn at halda aftur summi skjøl, sum vórðu mett sum serliga eym.
Morðið á Kennedy man vera mest umrødda drápsmál nakrantíð og hevur verið evni fyri fleiri konspiratiónsteoriir gjøgnum ár og dag. Ivaleyst eru tey tí nógv, sum nú lesa tey mongu skjølini í Kennedy málinum.
/ritzau/AP