Onkur skipabólkur fær fisk

Nøkur skip koma inn at landa, sum næsta vika gongur, og fiskiskapurin hjá partrolarum og garnaskipum er hampiligur.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og øll fiska upsa. Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð. Ein fiskar mest upsa, tosk og hýsu. Restin liggur við bryggju, men onkur fer út í næstum.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Tveir eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

 

- Ein av landleiðini landar mánadagin og báturin, sum er norðan fyri, landar antin mánadagin ella miðskeiðis í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at trolbátarnir fáa eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu, havtasku og so eitt sindur av hýsu og upsa. Helst fara nakrir trolbátar út um vikuskiftið. 

 

- Tey tvey garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir svartkalva, koma inn at landa mánadagin. Fiskiskapurin hevur verið smáligur, men nú sær heldur betri út. Eitt garnaskip hevur verið úti og sett havtaskugørn, verður lagt aftrat.