B36 einki at siga í Gøtu

Hóast stórar útskiftingar síðani í fjør, so tóktist GÍ við tveimum pólverskum málskjúttum at vera væl fyri í fyrstu týdningarmiklu royndini

LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
 At siga at talan var um týdningarmikla roynd, tá ið B36 vitjaði í Gøtu, er sjálvandi at taka munnin í so fullan. Í bólkaspælinum er setningurin at samanspæla liðið til landskappingina og at syrgja fyri, at liðið kvalifiserar seg til fjórðingsfinaluna. Men umførini í bólkaspælinum eru týdningarmiklari, enn venjingardystirnir, sum higartil hava verið.
            GÍ hevur mist í hvussu so er tveir lyklaspælarar síðani í fjør. Magni Jarnskor og Sámal Joensen eru ikki longur á miðvøllinum, har teir hava havt so sera stóran týdning nógvu tey seinastu árini. Nú er høvuðsleikluturin á miðvøllinum lagdur á Súna Olsen. Hann stóð seg væl leygardagin, og hann hevði ein sera góðan stuðul í Zdzislaw Janik ella Gidek, sum gøtumenn kalla pólverjan.
            Tað var týðuligt, at tað er stórt tap fyri B36, tá ið Jákup á Borg ikki er tøkur. John Petersen hevði Carl Høgnesen undir liðini á sær stóran part av tíðini, men teir fingu ikki serliga nógv at arbeiða við. Vinstra síða var mest sum lamin, og tá ið tað onkra ferðina í 1. hálvleiki eydnaðist at leggja innfyri úr høgru, vóru GÍ verjuleikararnir á rætta staðnum. John Petersen hevði í 1. hálvleiki úr meiri ella minni kroystum støðum tvær ella tríggjar royndir, sum fóru framvið málinum.
            Tað hekk betri saman hjá heimaliðnum. Men eisini teir høvdu ilt við at spæla seg fram til stórar møguleikar. GÍ legði seg framum, tá ið ein hálvur tími var farin. B36 misti í uppspælinum, Krystof Popczynski, sum var einsamallur heilt frammi, meðan Símun Samuelsen var hangandi álopsmaður, gjørdist leysur, og so var einki at gera hjá Rene Tórgarð.
            Bárður á Lakjuni, sum var ytstur á GÍ miðvøllinum í vinstru, hevði tvær góðar royndir í 1. hálvleiki. Í tí fyrra førinum heilfluktaði hann úr spískum og dygst framvið, og í seinna førinum kitlaði langsskotsroyndin úr brotsteigarsamankomingini tvørtræið.
Umskipaðu
Eftir steðgin umskipaði B36. Heini í Skorini, sum hevði verið á framrættaða sentrala miðvallarplássinum, hagani hann hevði sent onkrar góðar diagonalar sendingar, varð fluttur í høgru, og Julian Johnsson, sum ikki var so eyðsýndur, sum hann plagar at vera, varð fluttur inn á vøllin.
            Við rimmar langskoti økti Gidek um leiðsluna, og so royndi B36 at spenna álopsbogan uppaftur meiri. Allan Mørkøre kom inn í álopið, og uppstillingin gjørdist meiri 4?3?3. Men GÍ verjan helt tætt, og fótbóltshugaðu áskoðararnir í Gøtu kundu staðfesta, at tað sær ikki verri út enn ilt, hóast flestu av berandi kreftunum á góða FM liðnum í níti árunum nú eru burtur.
 
GÍ?B36 2?0 (1?0)
1?0: Krystof Popczynski
2?0: Zdzislaw Janik
GÍ: Jazek Przybylski ? Leivur Hansen, Bartal Eliassen, Poul Ennigarð, Jónreid Dalheim ? Hans Pauli Samuelsen, Súni Olsen, Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni ? Símun Samuelsen, Krystof PopczynskiB36: Rene Tórgarð ? Kenneth Jacobsen, Fróði Clementsen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen ? Julian Johnsson, Klæmint Matras, Heini í Skorini, Heðin á Lakjuni ? Carl H. Høgnesen, John Petersen