Mynd: RÚV

Fingu fimm minuttir at heinta virðislutir í Grindavík

- Eg tók við mær myndir av børnunum, brúðarkjólan hjá mær, myndir av mær sjálvari sum barn og onkur listaverk, sigur Sólveig Þorbergsdóttir.

 

Mynd: RÚV

Í Grindavík í Íslandi, har óteljandi jarðskjálvtar hava verið seinastu dagarnar, búgva umleið 3.300 fólk, men tey eru øll flutt burtur úr býnum, nú eldgos hóttir.

 

Á leiðini eru framvegis jarðskjálvtar, og vandi er framvegis fyri eldgosi.

 

Íslendska kringvarpið RÚV visti í dag at siga, at eini 20-30 fólk í dag fingu møguleikan at fara aftur til Grindavíkar at taka húsdýr og virðislutir við sær.

 

Men, tey fingu bara fimm minuttir, so skuldu tey vera klár at rýma avstað aftur. 

 

Ein av íbúgvunum í Grindavík, Sævar Þór Birgisson, ið var millum teirra, sum í dag sluppu innaftur í býin, sigur, at vegir eru illa farnir av ristingum.

 

- Støðan er ræðulig, men húsini hjá mær sóu betur út, enn eg tordi at vóna, sigur hann við íslendska kringvarpið, sum tíðindastovan Ritzau endurgevur.

 

##med2##

 

Ein annar íbúgvi í Grindavík, Sólveig Þorbergsdóttir, sigur, at stutta tíðin, hon fekk í býnum, var órógvandi.

 

- Eg tók tað við mær, sum eg sá kring um meg - myndir av børnunum, brúðarkjólan hjá mær, myndir av mær sjálvari sum barn og onkur listaverk, sum eg kanska kann selja, sigur hon.

 

Í morgin verður aftur ein váðameting gjørd, og tá verður støða tikin til, um fleiri íbúgvar sleppa ein stuttan túr heimaftur at taka síni týdningarmestu ting við sær.

 


 

 

Mynd: RÚV