hátt. Snøgt sagt: »Er tað lívsgrundarlag her fyri tað fólkatal, ið er her og ikki minst tann livistandardin, ið vit hava«? Fiskivinnan og aling er í dag tað stóra grundarlagið. Hettar er einsamalt tó ov lítið [...] kunnu vit vænta? Einasta vit vita um olju við Føroyar er at tað er ein ávísur áhugi at fara undir leiting á økinum ímillum Føroyar og Bretland. Er ein heppin so finst olja á okkara øki, men føroysk olja [...] summarvirksemi nógv ár framm. Tað, sum nú ræður um, er at byrja leiting við Føroyar. Tað er skeivt at bíða eftir marknaðarloysnini, tí tá í markið er avgreitt verður eingin áhugi at leita í nánd av Føroyum
hevur fingið fyri fólkið ið her býr. Vit hava eisini hoyrt tey innføddu her, eitt nú í Barrow og í Anchorage við, siga frá sínum positivu upplivilsum frá oljuni. Fólkið her er sera fegin um útviklingin og [...] Landsstýrismaðurin viðgongur at hann er enn meira sannførdur um, at tað er rætt at fyrireika okkum til eina komandi oljuvinnu. ? Vit hava hoyrt og sæð hvussu oljuvinnan er bygd út í Alaska og hvønn kollveltandi [...] Noregi? ? Tað er rætt at vit kunnu fáa nógv góð ráð frá bretum og norðmonnum, men lat okkum eisini hyggja at hvussu aðrir hava borið seg at. Og netupp Alaska haldi eg er eitt gott val, tí her far tú gjørt
nøkur føst mið sum so. Eg eri allastaðni her á teirri vanligu leiðini ? suður við Nólsoynni, og her út fyri Rituvík. Og so fari eg onkutíð úteftir hendavegin, tá tað er fínasta veður, út ímóti Larvasa-grynnu [...] - Hevði eg vitað at tit komu her, so var eg langt síðani farin til hús! Í bátahylinum á Glyvrum sæst ein maður standa og rokast í báti sínum "Havørnin". Hann er í eini heitari húgvu og í teimum væl-upplýstu [...] sum útróðrarmaður. Hann er júst afturkomin av útróðri. Hann hevur lagt veiðuna upp á Toftum, og ger nú klárt til næsta túr. Eitt ílat við gággum verður tveitt í land, og so er klárt at egna nakrar stampar
So leingi tað ikki er yvirdrivið er tað heilt í lagi. Alt ljóðar so ljósareytt, men veruleikin er, at tað er beinhart. Skal man vera við ræður um at hava eitt stórt yvirlit, tí tað er tú tað snýr seg um [...] Hetta er alt ein stór avbjóðing fyri meg, men ert tú fúsur at satsa, so lat einki halda tær aftur, sigur Sigrid. Grace Tað seinasta, sum er hent í lívinum hjá Sigrid tónleikaliga er, at hon er komin uppí [...] vænta ov nógv av mær, sigur Sigrid Rasmussen. Hóast Sigrid er komin inn í eitt heilt annað tónleikaumhvørvi í Noregi við bólkinum Grace, er tað fyrst og fremst gospel hon brennir fyri. ? Eg eri vaksin
segði við HARRAN: Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði fyri eygum Tínum! Hugsa kortini um, at hetta fólkið er Títt fólk!" ?Hann [...] hesum orðum senda vit í samkomuni her, tær kærastu heilsur til tín, nú tú fer avstað. Minst til, at tann veldigi Gud, sum var við Mósesi, tá ið hann var sendur avstað, er tann sami í dag. Hann sum við skýstólpa
fiskiveiðini er nóg mikið. -Men er hetta ikki ein avleiðing av tí avtalu, sum eisini tú sjálvur hevur tikið undir við? -Avtalan er góð. Allar bindingar eru burtur, og búskaparligi parturin er framúr góður [...] góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga, at tað er ein tryggleiki, at danska stjórnin ikki longur vil læna pengar til Føroyar. Eg vil siga, at tað tvørturímóti er eitt stórt afturstig [...] suveranan stat er ikki nakað, sum javnaðarflokkurin er komin við. -Vit vilja gjarna út í ein sjálvstýrisútvikling, men ikki uppá premissurnar, sum tjóðveldisflokkurin vil og sum Mogens Lykketoft her hevur reagerað
sum ivaleyst aftur mann hava sína ímynd frá Oslo Gospelkor. Tað er rættuliga nógv frammi við slíkum kórum, og kendi gospelstílurin er lættur fyri ungfólk at framføra, men krevur kortini sítt hegni, ið [...] frá uppgávum teirra. Hetta er við til at geva framførsluni lív. Tónleikararnir Jón Eli, Gunnar, Samuel, Bernhard og Mikkjal eiga stóra æru fyri, at alt gekk so væl, tí eitt er at framføra sang og tónleik [...] tónleik, men munurin ímillum eina vanliga profana framførslu og eina gospelkenda framførslu er boðskapurin. Her hava tey, ið framføra gospeltónleik eina eyka uppgávu, sum onnur ikki hava. Boðskapurin um Jesus
og uppeftir. John Rødgaard er einasti her á landi, sum hevur fingið heitið meistari, og tað er altjóða meistari. Hann hevur eitt ratingtal uppá umleið 2345. Kasparov, sum er fleirfalt heimsmeistari, hevur [...] Føroyum at fáa ein stórmeistara eru tær røttu. Her eru nógvir ungir telvarar. Áhugin er stórur. Nógv fleiri altjóða kappingar verða fyriskipaðar í dag. So tað er bara ein spurningur um tíð og eydnu. So eg [...] eitt gott og gevandi umhvørvi. Tað er tað, ið er mest umráðandi. Tað eru nógvir dugnaligir ungdómar kring heimin. Skulu hesi blíva góðir telvarar, so er at geva teimum tað rætta umhvørvið. Eg haldi ikki
Partnership? og sum í hesum døgum er í Føroyum í sambandi við, at GEM hevur opið hús í Müllers Pakkhúsi. Jan Evensen heldur tað vera sera gott, at arbeiðið hjá GEM eisini er komið til at umfata nettup try [...] gongd um henda spurningin, men tá talan er um eina tilbúgvingarskipan (beredsskapsplan) so hvílir ábyrgdin á føroyskum stovnum. -Skulu vit bora í ár 2001, so er tað avgjørt neyðugt at fáa hesi viðurskiftini [...] hjá Amerada Hess í mong ár, og sum nú er settur til at standa á odda fyri kanningararbeiðinum undan l. útbjóðing heldur annars GEM vera eitt skilagott tiltak. Tað er tað fyrsta av sínum slag so langt áðrenn
skuldu vit avstað, sigur Lis. Av tí at hon er soleiðis fyri sum hon er, so var hon eitt lítið sindur »skeptisk« fyri túrinum, men tað var alt til onga nyttu. ? Her er heilt ótrúliga vakurt. Ætlanin var, at [...] Føroyar er ikki eitt land, sum er »koyristólabrúkaravinarligt«, tað er synd at siga. Men hóast tað, so kunnu ferðandi, sum sita í koyristóli fáa nakað burturúr at ferðast í Føroyum. Fyri eini viku síðani [...] ímillum tvær sølusamrøður hjá honum, sigur Lis. Lis situr í koyristóli Lauge er 56 ára gamal og býr saman við konu síni Lis, sum er 53 ár íeinum lítlum býi, sum eitur Søften við Hinnerup, miðskeiðis millum