? Far nú avstað

Í sambandi við útsendingina av Lív sum trúboðara til Senegal hevði Jastrid Sørensen úr samkomuni Betania í Porkeri eisini nøkur góð orð til Lív.
Hon las fyrst nøkur ørindi úr 2. Móesbók kap. 33:
?Síðani segði HARRIN við Móses: ?Far nú avstað -
?HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann.
?Móses segði við HARRAN: Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði fyri eygum Tínum! Hugsa kortini um, at hetta fólkið er Títt fólk!"
?Hann svaraði: ?Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?"
?Tá segði Móses við Hann: ?Kemur Tú ikki sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani!
?Tí av hvørjum skal tað síggjast, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, eg og fólk Títt, um ikki av tí, at Tú ferðast við okkum, so vit, eg og fólk Títt, verða ærd fram um øll fólkasløg á jørðini!"
?HARRIN svaraði Mósesi: ?Eisini hatta, ið tú nú biður um, skal Eg gera; tí tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum, og Eg kenni teg við navni."

Góða Lív!
Við hesum orðum senda vit í samkomuni her, tær kærastu heilsur til tín, nú tú fer avstað. Minst til, at tann veldigi Gud, sum var við Mósesi, tá ið hann var sendur avstað, er tann sami í dag. Hann sum við skýstólpa um dagin og við eldsúlu um náttina fylgdi Sínum fólki, sum gjørdi beiskt vatn drekkandi, sendi føði av Himli, gav vatn úr klettinum og bað Móses gera koparorm til bjarging fyri fólkið.
Tú hevur funnið náði fyri eygum Guds við trúgv á Harran Jesus, og hann kennir teg við navni. Hann hevur lovað: "Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær".
Vit vilja so fegin verða ein liður í hesum so týdningarmikla arbeiði. Vit ynskja at koma at kenna tað fólk, sum tú kemur at liva millum. Verða tað bakland, sum kann stuðla tær. Bæði tá ið gongur væl, og ikki minni, tá ið á stendur. Lat okkum fáa tað at vita, so vit saman kunnu, hóast langt burtur frá hvørjum øðrum, møtast framman fyri ásjón Guds í bøn. Vónandi hevur tú møguleikan at senda teldupost, so skjótt kann hoyrast millum okkum.
Vit ynskja tær ríku signing Guds, og Jesus fylgi tær.