Enn hevur føroyski sangfuglurin í Noregi, Sigrid Rasmussen, ikki hitt tey enn, men hálvan oktober fer hon at standa á palli í Norðurlandahúsinum saman við føroyska gospelkórinum United Voices undir leiðslu av Eiriki Skála í sambandi við Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestival. Og um tvær vikur kemur hon heim at venja saman við kórinum.
? Tað verður sjálvandi fyrst og fremst gospel, sum vit fara at framføra. Vit fara at syngja nøkur løg av fløguni, sum Norwegian Gospel Voices gav út í 1996, og gamlar kendar gospelsangir og negro spirituals. Tað verður fyrstu ferð, eg skal syngja saman við United Voices. Eg eri ógvuliga spent, men eg hopi ikki, at føroyingar vænta ov nógv av mær, sigur Sigrid Rasmussen.
Hóast Sigrid er komin inn í eitt heilt annað tónleikaumhvørvi í Noregi við bólkinum Grace, er tað fyrst og fremst gospel hon brennir fyri.
? Eg eri vaksin upp í gospelumhvørvi og eg fari altíð at syngja gospel uttan mun til, hvat hendir. Gospel er tað mítt hjarta, mín sál og mítt sinn eru, sigur Sigrid Rasmussen.
Skal, skal ikki
Sum átta ára gomul byrjaði Sigrid at spæla violin og hana hevur hon ikki gloymt. Hóast hon hevur spælt violin í Føroya Symfoniorkestri og í øðrum saman-hangum, gongur hon til violinundirvísing í Noregi, tí sum hon sigur, vil hon læra meir.
Fyri akkurát trimum árum síðani fór Sigrid til Noregs at vera aupair-genta hjá eini føroyskari familju.
? Eg teknaði meg til alt møguligt beinanvegin, soleiðis at skuldi støðast betri. Eg gekk á musikskúla, har eg spældi orkestur- og kamartónleik og fekk undirvísing, og eg kom uppí gospelkórið, sum í dag eitur Norwegian Gospel Voices, sigur Sigrid.
Og tað vóru nøkur í hesum kórinum, sum stungu høvdini saman og »lokkaðu« Sigrid í sendingina í norska sjónvarpinum ?Skal, skal ikke?. Hon visti ikki betur enn at hennara leiklutur hetta kvøldið var sum áskoðari, men áðrenn hon visti av varð hon hálað fram á pallin at syngja ein sang. Og vit taka ikki munnin ov fullan vit at siga, at hon sang seg inn í øll hjørtu.
? Gospelkórið, sum eg sang við, hevði vant sangin uttan at eg visti av, og tá ið kom á pallin vóru tey við sum kór. Tað var eitt sjokk, at eg skuldi vera við ? eitt positivt sjokk, sigur Sigrid.
Tað var hetta, sum rættiliga setti gongd á sangleiðina hjá Sigrid í Noregi.
? Eg fekk størri sjálvsálit, fleiri royndir og onnur frættu um kórið. Eftir tað fekk eg nøkur tilboð av ymiskum slag, og eg fekk eisini hug til at hava mína egnu konsert við einum pianisti. Hetta er alt ein stór avbjóðing fyri meg, men ert tú fúsur at satsa, so lat einki halda tær aftur, sigur Sigrid.
Grace
Tað seinasta, sum er hent í lívinum hjá Sigrid tónleikaliga er, at hon er komin uppí bólkin Grace.
- Positivu reaksjónirnar, eg havi fingið, hava gjørt, at eg havi útviklað meg, og tí tordi eg at bjóða meg fram við at senda eitt demoband til framleiðaran David Eriksen. Hesar genturnar, sum eg nú syngi saman við í Grace, høvdu eisini sent eitt demoband inn. Vit møttust og sungu saman og tað riggaði bara heilt væl.
- Vit hava tað ótrúliga gott saman hóast vit eru ógvuliga ymiskar. Av tí at vit vilja at hetta skal eydnast leggja vit alt við eiga í tað. Vit geva og taka.
? Tónleikurin vit syngja er poppur og rythm and blues blandað saman. Av tí at vit eru so ymiskar og hava ymiska tónleikaliga bakgrund, eru nógvir møguleikar í eini trio. Fløgan, sum vit hava sungið inn, gevur nógvar variasjónir av okkum, sigur Sigrid.
Tað er David Eriksen, sum ger tann grundleggjandi tónleikin, men Sigrid og hinar báðar genturnar eru við til at orða tekstin, soleiðis at hann hóskar til tær. Tað vóru tær í felag, sum valdu navnið Grace til bólkin. Fløgan kemur út 4. oktober og í næstu viku skal Sigrid saman við hinum í Grace til Malaga í Spania at gera videoløg.
Krevur yvirlit
Norðmenn seta stórar vónir til Grace og heilt fitt verður gjørt burtur úr teimum trimum, sum umframt at duga væl at syngja, eisini eru sera vakrar.
? Norsku fjølmiðlarnir fara væl við okkum og teir eru positivir. So leingi tað ikki er yvirdrivið er tað heilt í lagi. Alt ljóðar so ljósareytt, men veruleikin er, at tað er beinhart. Skal man vera við ræður um at hava eitt stórt yvirlit, tí tað er tú tað snýr seg um.
- Tað eru so nógv fólk, sum eru knýtt at bólkinum hjá okkum. Fyri at eingin skal útnytta teg og títt, má man vera varin og vita, hvat alt gongur út uppá og hvat tú sigur ja og nei til. Við hvørt er trupult at hava yvirlit, men við tað at vit eru tríggjar ger tað eitt sindur lætt-ari. Avgerðir verða ikki tiknar yvir høvdið á okkum, tí vit seta sjálvar krøv til alt. Tað eru jú vit, sum stíga fram alment. So leingi man hevur beinini á jørðini, eina trygga bakgrund og góðan stuðul, gongur alt væl og tí er ikki vandi fyri at missa seg sjálvan burtur, sigur Sigrid.
Kann tað hugsast, at Grace kemur til Føroyar?
? Sjálvandi, tað er í øllum førum málið hjá okkum. Men eg tori ikki at siga nær, sigur Sigrid
Skúli og arbeiði
Sum vit skilja er Sigrid ógvuliga virkin. Hon gongur seinna árið á HF samstundis sum hon røkir eitt hálvtíðararbeiði. Samstundis fær hon violinundirvísing. Hon stílar eftir at virka innan tónleik í framtíðini.
? Skal man hava eina karrieru skal man arbeiða fyri tí. Eg haldi ikki, at eg eri uppi í ov nógvum, tí vil man gongur alt upp. Tað ræður bara um at prioritera rætt.
Um Noreg verður landið Sigrid fer at búgva í í framtíðini, torir hon ikki at siga.
? Noreg fer altíð at eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta og fer at vera ein partur av mínum lívi, men um eg fari at búgva her í framtíðini, fer tíðin at vísa, sigur Sigrid Rasmussen at enda í viðtali.