hoyvíkingum at vinna dystin. Neistin hevði heimavøll ímóti hinum botnliðnum, KÍF, og eisini teir máttu lúta fyri kollfirðingunum. Sostatt vóru tað tvey lið, sum skuldu royna at fáa vind í aftur seglini [...] á Hálsi sunnudagin. Undan hesum dystinum hevði Neistin havt takið á Kyndli í hesum kappingarárinum við einum sigri og einum javnleiki, og tí hevði Kyndil nú møguleikan at fáa sín fyrsta sigur á Neistanum [...] Kyndil megnaði eisini at varðveita leiðsluna, soleiðis at tryggi sigurin varð fingin til høldar. Við sigrinum hevur Kyndil vunnið seg av aftasta plássi, og nú hava teir lagt seg undir liðina á grannunum
flakavirkið varð latið uppaftur fyri tveimum árum síðani. ? Felagið setti 500.000 krónur í ætlanina við tí fyri eyga at tryggja limum okkara arbeiði. Tað gjørdu vit, tí vit veruliga trúðu uppá ætlanina og [...] fingu eitt varandi arbeiðspláss. Felagið átti sjálvt 200.000 krónur, men hinar 300.000 krónurnar máttu vit lána. Men tær eru afturgoldnar nú. Fyri nøkrum árum síðani settu vit eisini 260.000 í trolaran [...] sigur hon. Men h on heldur, at tað er skeivt av Fiskavirking, at tey ikki hava sett seg í samband við flakafólkið, Fyrrenn nú, einar fimm, seks vikur eftir, at arbeiðið helt uppat. ? Eg haldi, at leiðslan
Tveir dagar undan heimadystinum hjá Føroyum móti Skotlandi skrivaði Sjónvarp Føroya undir avtalu við týska felagið Sport Five um seks av teimum átta dystunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í EM-bólki [...] fáa sent dystin móti Týsklandi beinleiðis um eina viku, sigur hann. ? Men vit hava framvegis samband við Sport-A, sum er eitt dóttirfelag hjá týsku sjónvarpsstøðini ARD, og vit vóna sjálvandi, at tað kann [...] fyrr sæð, at bæði Danmarks Radio og danska TV2 eru bakkað út, tí tað er blivið ov dýrt, og herfyri máttu fyrstu dystirnir í bestu italsku deildini útsetast, tí ein so stór støð sum RAI ikki hevði ráð at
ár. Tað kann í øllum førum staðfestast, eftir at verjandi meistararnir úr TB fyri fjórðu ferð í ár máttu boyggja seg fyri ÍF. Og sum støðan er nú, so verður eisini talan um spildurnýggjan føroyameistara [...] ferðrnar royna seg ímóti Drátti og KÍF, og tað eru í øllum førum dystir, har tað av røttum kann roknast við, at meistaraheitið verður servað heim. Spenningur allan vegin Dysturin sunnudagin var annars ein av [...] stórvegis hóvasták, men ÍF hevði tó lært av tapinum í finaluni. Blokkurin fekst at rigga nógv betri, og við álopsspælinum, sum ÍF er ført fyri at spæla, bumbaðu tær seg innaftur í dystin. Tvey sett á rað gjørdu
lagdar aftur um bak á hesum sinni, er longu klárt hjá hondbóltsleikarunum kring landið at fara í holt við næstu stóru uppgávurnar. Hálvfinalurnar í Coca-cola kappingini, sum steypakappingin nú eitur, eru á [...] grundspælinum, er so einki avgjørt. Her vunnu strandingar dystin í Havn, meðan teir heldur óvæntað máttu lúta á heimavølli. Til stuttleikar kann nevnast, at tað hjá monnunm er talan um somu hálvfinaluluttakarar [...] tað sum kunnugt Kyndli at basa VÍF í sínum hálvfinalum, meðan Neistin vann seg fram til finaludystin við at basa StÍF. Sostatt hava havnarliðini í øllum førum hagtølini í sínum parti, men enn hav hesi ongantíð
noyddir at venja seg við tilveruna uttanfyri almenna leikpallin, og tað er ymiskt, hvat teir nýta fríløturnar til. Allir eru hjartaliga samdir, tá teir verða spurdir, um hýrurin við hús er batnaður, síðan [...] teir góvust í landsstýrinum. -Konan gleddist sjálvandi við mær í arbeiðinum sum landsstýrismaður, men hon er sjálvandi fegin um, at eg nú eri meira við hús. Tað er ikki bert ein broyting fyri meg, at eg ikki [...] ítriv røkka betur, enn tá teir vóru landsstýrismenn. Og nakað av tíð fer tí við tingarbeiði. -Endiliga havi eg møguleikan at fáast við ítriv, ið tíðin ikki rakk til, tá eg var løgmaður. Eg eri ikki noyddur
komið, sum sigur, at úti við 10% av føroyingum verða forðaðir í at røkka sínum egna tjóðarflogfelagið. "Flogferðaætlanin við betri tænastu" sigur ikki eitt orð um tey ferðandi við Smyrli. Klára tey tað, [...] tænastan undir lágmarkið, á Ólavsøku varð hon lækkað við einari helvt, og til tann seinasta altjóða fótbóltslandsdystin segði SL, at suðringar máttu keypa sær atgongumerkini fyrst, áðrenn SL tók støðu til [...] fjør góvu vit landsstýrismanninum eitt Kolumbusegg at arbeiða víðari við. Serfrøði hansara á tunnilsøkinum varð skúgvað til viks við uppskoti okkara um ein skjótari, betri og bíligari tunli millum Øravík
fullsett. Men sum við øllum øðrum, so fekk hetta ævintýr eisini ein enda. 4. august var dagurin tá øll máttu pakka saman, og venda nøsina heim eftir. Tað var ikki læt at siga farvæl við øll hesi fólk, man [...] Hetta ungaferðalag hevði 2 leiðarar við sær, Amandu Ellingsgaard og Poulinu Jensen. Soleiðis bleiv ferðalagið frá Føroyum 7 fólk, men vegna sjúku var ein sjónleikari ikki við allan túrin. Luttakaratalið til [...] áðrenn stevnuna, har tey hildu fundir og vandu saman við hinum londunum. 25. juni vóru grønlendarir og danir í Føroyum. Tíðin hjá teimum her, fór einamest við at læra hvønn annan betur at kenna, og uppliva náttúruna
skjúttar, og bleiv Jógvan Niclasen nummar eitt við (291+288) = 579 stigum. Hjá compound kvinnum vóru tað í alt 7 skjúttar, og endaði Rakul Dam á einum sætta plássi við (274+258) = 532 stigum. Hjá recurve monnum [...] tveir skjúttar í hesum bólki, Eggaba Andreasen bleiv nummar tvey við (273+270) = 543 stigum og Michael Feldballe bleiv nummar sjey við (235+235) = 470 stigum. Hjá recurve kvinnum vóru tað í alt seks skjúttar [...] fimta plássi við (246+232) = 478 stigum. Finalurnar blivu allar skotnar sunnudagin 4. februar. Compound menn: Fyrsti dysturin var millum Jógvan og Nói Barkarson (ISL), her vann Jógvan við 144 móti 133
hetta við skeltingini. Hóast t.d. Landsverk hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at skelta landsvegirnar, sær út til at ferðavinna hevur verið heldur sparin á hesum økinum. Her hevði hjálpt munandi við fleiri [...] lond í somu ørindum. Tær ynsktu við hesum at gera hugtakið "at ferðast í egnum landi" til veruleika. Og vónandi fáa tær tríggjar nógvar góðar upplivingar á ferðini. Við hesi verkætlan síni hava tær somuleiðis [...] ungum man kunnleikin og kanska eisini áhugin til okkara egna land vera so ymiskur. Men við at vitja allar bygdirnar, og við at fáa eina mynd, eitt inntrykk og eitt "andlit" uppá hvørja einastu bygd, fer hetta