ÍF hevur hondina á gullinum

Tað eru bert fuglfjarðakvinnurnar sjálvar, sum kunnu forða ÍF í at vinna FM. Sunnudagin vunnu tær fyri fjórðu ferð í ár á TB

Kvinnuflogbóltur

Talan verður um nýggjan føroyameistara í flogbólti hjá kvinnum í ár. Tað kann í øllum førum staðfestast, eftir at verjandi meistararnir úr TB fyri fjórðu ferð í ár máttu boyggja seg fyri ÍF. Og sum støðan er nú, so verður eisini talan um spildurnýggjan føroyameistara. ÍF hevur enn ikki roynt at vunnið FM-heitið í kvinnuflogbólti, men nú skal vilja illa til, um málið ikki skal røkkast.
Ovast á stigatalvuni hava tær eitt stig fleiri enn Mjølnir, sum enntá eigur útidystin móti TB á, meðan dystirnir hjá ÍF als ikki tykjast eins ræðandi. Í øllum førum ikki á pappírinum. Her skal ÍF tær báðar næstu ferðrnar royna seg ímóti Drátti og KÍF, og tað eru í øllum førum dystir, har tað av røttum kann roknast við, at meistaraheitið verður servað heim.

Spenningur allan vegin
Dysturin sunnudagin var annars ein av teimum heilt spennandi, og karmarnir kring uppgeðrina vóru eisini av teimum allarbest. Einir 300 áskoðarar sóu TB byrja í sama stíli, sum tær endaðu steypafinaluna, tá tær alt fyri eitt fingu kantarnar at koyra. Fyrsta settið varð vunnið uttan stórvegis hóvasták, men ÍF hevði tó lært av tapinum í finaluni.
Blokkurin fekst at rigga nógv betri, og við álopsspælinum, sum ÍF er ført fyri at spæla, bumbaðu tær seg innaftur í dystin. Tvey sett á rað gjørdu í øllum førum, at tær vissaðu sær, at TB ikki fekk ein betri settmun, men TB gav kortini ikki skarvin yvir.
Fjórða settið fór til heimaliðið, men tá ÍF so aftur fekk ferð á í seinasta settinum, var liðugt.

Nú sær ljóst út
Í øllum førum er nú heilt liðugt hjá TB, og sjálvt í Fuglafirði eru tey nú so smátt farin at tosa um gullið.
Annika Sasmussen, sum í ár hevur ment seg til ein av stinnastu verjuleikarunum á liðnum, helt í øllum førum eftir dystin, at nú eru leikararnir so smátt farnar at hugsa um gullið.
- Dystirnir, sum vit hava eftir, eru í øllum førum tveir, sum vit eiga at vinna. Dráttur hevur gott nokk spælt okkum eitt lítið puss fyrr á árinum, men tað er í øllum førum eitt lið, sum vit at kunna taka, heldur hon. Men hon leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at tær taka lætt upp á nakra uppgávu.
- Nei. Avgjørt ikki. Tað eru framvegis fýra stig at spæla um, og gera vit ikki alt vit eru mentar til at taka hesi, so kann tað ganga galið, so vit eru ikki vísar í nøkrum sum helst enn, heldur hon.
Hvussu er og ikki, so kann í øllum førum staðfestast, at vegurin til gullið nú liggur víðopin fyri ÍF. Hetta kann kanska eisini gerast veruleiki longu komandi vikuskiftið, tá tær vitja í Vágunum. Samstundis hevur Mjølnir nevnliga truplan útidyst í Trongisvági, og vinnur TB har, samstundis sum ÍF fær stigini ímóti Drátti, so er gullið avgjørt.